Nú danski Wilhelm Hansen grunnurin í dag kunngjørdi hvørjir teir fimm móttakararnir eru, sum 18.november fara at fáa ársins Wilhelm Hansen mentanarvirðisløn, var føroyski Teitur millum móttakararnar.
Tey fimm listafólkini (leiklist, dans, tónleik) fáa 200.000 krónur í part. Virðislønin er latin lista- og mentanarfólki á hvørjum ári síðan 1995.
Tilsamans letur grunnurin 8 milliónir krónur til pallistafólk.
Hetta skrivar www.listaportal.com og har sæst eitt sindur meira um evnið.











