Børnini kenna seg ótrygg framman fyri Sands skúla

Øll børnini í eini skúlavegakanning hava víst á ótryggleika og myrkur við skúlan

Øll børnini, sum tóku lut í eini skúlavegakanning á Sandi, hava gjørt vart við, at tey kenna seg ótrygg á økinum framman fyri Sands skúla.

 

Tey hava eisini víst á, at økið er serliga myrkt um veturin.

 

Hetta sæst í nýggju ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu.

 

Framman fyri skúlan eru merkt parkeringspláss, men bilførarar kunnu koyra inn og út á Heimasandsveg eftir einum umleið 22 metrar longum strekki.

 

Á hinari síðuni á vegnum eru tvær íbindingar og eitt busssteðgipláss. Skúlabørn ganga og súkkla eisini tvørtur um parkeringsøkið.

 

– Tað, at tað er nógv ymiskt, sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðslutrygdarætlanini.

 

Flestu verða koyrd í skúla

 

Sambært ætlanini verða flestu næmingarnir koyrdir í skúla. Nógv foreldur parkera beint framman fyri skúlan, meðan børnini bíða eftir, at skúlin letur upp.

 

Harumframt koma næmingar úr Húsavík og Dali við bussi, sum koyrir inn á økið framman fyri skúlan at seta børnini av.

 

Samanblandingin av parkering, bussferðslu, inn- og útkoyring, súkklandi og gangandi børnum ger økið óskipað.

 

Ferðslutrygdarætlanin staðfestir eisini, at ljósviðurskiftini ikki eru nøktandi.

 

„Kiss and Go“ og hevjaður vegur

 

Fleiri broytingar verða skotnar upp.

 

Ein teirra er eitt skipað avsetingarøki vestan fyri inngongdina til skúlan. Harumframt verður mælt til greiða inn- og útkoyring og eitt sonevnt „Kiss and Go“-øki, har foreldur kunnu seta børnini av uttan at steðga leingi.

 

Eisini verður skotið upp at gera eina 33 metrar langa, hevjaða flatu tvørtur um økið. Flatan skal fevna um íbindingarnar, busssteðgiplássið og innkoyringina til skúlan.

 

Reytt asfalt kann gera økið sjónligari og fáa bilførarar at seta ferðina niður.

 

Ætlanin mælir eisini til eina greiða gonguleið, betri ljós og eitt ferðportur har, sum børnini ganga.

 

Vegurin Undir Reynum verður samstundis skotin upp at verða einvegis. Tað skal gera leiðina millum skúlan og frítíðarskúlan tryggari.

 

Eingin samlað kostnaðarmeting fyri broytingarnar við skúlan stendur í ætlanini.