Tað er nú greitt, at Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyru heldur fram sum formaður Føroya Arbeiðsgevarafelags. Tað varð greitt á aðalfundi í Arbeiðsgevarafelagnum í gjár
Fyri vali stóðu annars Atli Gregersen, Bogi Jacobsen og Odd Eliasen. Bogi Jacobsen og Odd Eliasen vórðu afturvaldir, men Atli Gregersen tók ikki við afturvali.
Í hansara stað varð Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, vald. Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita sostatt Bogi Jacobsen, Høgni Hansen, Kristoffur Laksá, Jón Sigurdsson, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Árni Ellefsen og Jóhanna á Bergi.
Síðani aðalfundin hevur nevndin hevur skipað seg við Boga Jacobsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.