Bóndin í Barmi

Levi Joensen, sum fæst nógv við seyð og hevur servandar hundar, er inniløgumaður, tá ið um kjøt ræður.

Levi Joensen, sum fæst nógv við seyð og hevur servandar hundar, er inniløgumaður, tá ið um kjøt ræður.

 

Hann rekur og røktar í fleiri høgum og hevur rættiliga vælsmakkandi kjøt. Nú Tunnilsdagin beyð hann inn í bilhúsið á Geilini 42 í Klaksvík, har skipað varð fyri sølu av turrum kjøti og letur hann væl at vitjanini, bæði úr Norðoyggjum og aðra staðni frá eisini.   Boðið varð eisini uppá ein heitan kaffimunn saman við einum práti við bóndan í Barmi, Levi Joensen, sum ikki er keðiligur at práta við. Eisini bar til at royni eina kjøtbita av vælsmakkandi kjøtinum.   Bóndakonan kom eisini framvið og er so deiliga láturmild. Men hon er heldur ikki fyri nothing, og kann erpa sær av, at hava gingið eftir Reyðurók á Kunoynni, sum sigst ikki vera hvørs manns føri at ganga.   Levi lat væl at vitjanini og søluni.  Levi og Steinvør eru eitt deiliga frískt par ovast á Geilini, niðan undir Kjølin, har teimum dáma væl at búleikast.