- Endamálið við ferðavinnuætlanini er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt

Borgarafundur um ferðavinnuætlan fyri Svínoy 

- Á fundinum verður nærri greitt frá, hvat ein ferðavinnuætlan er, hvat endamálið er, og hvussu arbeiðstilgongdin er skipað

- Endamálið við ferðavinnuætlanini er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt

- Í samband við ferðavinnuætlanina, sum Visit North ger fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum, verður borgarafundur um ferðavinnuætlanina fyri Svínoy, og fundurin verður á Brandstøðini í Klaksvík hósdagin 23. apríl klokkan 16.

 

Hesa kunning hava tey lagt út á heimasíðuna hjá Klaksvikar kommunu.

 

- Endamálið við ferðavinnuætlanini er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum. 

 

Tí verða heimafólk, festarar, hagastýri og onnur áhugað boðin til fundar, har høvi verður at geva sítt íkast.

 

- Á fundinum verður eisini greitt nærri frá, hvat ein ferðavinnuætlan er, hvat endamálið er, og hvussu arbeiðstilgongdin er skipað. 

 

Lagt verður aftrat, at øll eru vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram á fundinum á Brandstøðini í Klaksvík hin 23. apríl.

 

- Endamálið við ferðavinnuætlanini er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt