Iranski herurin boðaði í dag frá, at Hormuzsundið aftur er undir "strongum" iranskum eftirliti orsakað av amerikansku sperringini av skipum frá iranskum havnum.
Tað siga altjóða miðlar út frá eini fráboðan frá operativa høvuðssætinum hjá iranska herinum, Khatam al-Anbiya.
Týðandi maritimi fløskuhálsurin varð lýstur fyribils opin av iranska uttanríkisráðharranum, Abbas Araghchi, í gjár.
Men tað er nú broytt.
– Eftirlitið við Hormuzsundinum er komið aftur í fyrrverandi støðuna, og hetta strategiska sundið er undir strongum eftirliti av herdeildini, sigur ein talsmaður sambært Sky News.
Í morgun skrivaðu fleiri miðlar, grundað á dátur frá skipsfylgjaratænastum, at skip vóru farin at sigla gjøgnum Hormuzsundið. Tíðindastovan Reuters skrivar, at ein konvoy við átta skipum sást sigla ígjøgnum.
Men Iran broytir avgerðina um at lata upp aftur orsakað av amerikansku stongslinum av iranskum havnum, verður sagt seinni.
– Tíverri halda amerikanararnir, hvørs endurtøku av álitsbrotum eru partur av teirra søgu, framvegis við sjórænaravirksemi og sjóstuldri við teirra sokallaðu blokadu, sigur ein talsmaður við iransku tíðindastovuna Fars, sambært dpa.
Í gjár takkaði amerikanski forsetin, Donald Trump, Iran fyri at lata sundið uppaftur. Men hann boðaði eisini frá, at amerikanski flotin heldur fram við stongsli í sundinum, sum er ætlað skipum, sum sigla til og úr iranskum havnum.
Hormuzsundið hevur í stóran mun verið stongt fyri sivilari skipaferðslu, síðani USA og Ísrael lupu á Iran 28. februar, sum elvdi til stóra ósemju í Miðeystri.
Umleið 20 prosent av oljuhandlinum í heiminum fara vanliga gjøgnum sundið. Altjóða orkuprísirnir eru hækkaðir nógv orsakað av støðuni í sundinum seinastu vikurnar.
Sambært Reuters hava síðani fráboðanin um afturlatingina eisini verið dømi um, at nøkur skip hava roynt at sigla gjøgnum sundið bert fyri at venda við.
/Ritzau/










