Í dag veit Reuters at siga, at skotið er eftir í minsta lagi tveimum skipum, tá tey royndu at sigla gjøgnum Hormussundið.
Hetta hendir, eftir at Iran hevur boðað frá, at landið aftur hevur stongt sundið í morgun, tí USA framvegis blokerar iranskar havnir.
- Skotið er eftir í minsta lagi tveimum skipum, tá tey royndu at sigla gjøgnum sundið.
Reuters veit at siga, at hendingarnar fóru fram stutt eftir, at Iran kunngjørdi, at Hormussundið nú aftur er stongt.
Sambært keldum, sum Reuters hevur skift orð við, var tað eina skipið - eitt oljutangaskip - skotið av tveimum patruljubátum hjá iransku kollveltingarhirðuni.
- Bæði oljutangaskipið og manningin komu óskalað frá hendingini.
Tað veit bretska miðstøðin fyri maritimum handli, United Kingdom Maritime Trade Operations (UKMTO), at siga.










