Seinasta mikudag steðgaði Strandferðslan koyringini hjá leið 100 út í bygdina í Vestmanna. Orsøkin er, at bussførararnir á leiðini siga seg hava ov stóran ampa av vegbungunum, sum Vestmanna Kommuna lat gera fyri stuttum.
Revsað fyri ferðslutrygd
Borgarstjórin í Vestmanna, Karl Olsen, harmast um útspælið frá Strandferðlsuni, sum han hevur ilt við at skilja.
- Vit hava gjørt hesar vegbungurnar eftir nógvum áheitanum frá borgararum í kommununi og fyri at økja um ferslutrygdina. Afturfyri verða vit revsað, við at tænastustøðið hjá Bygdaleiðum her í bygdini lækkar, sigur borgarstjórin.
Hann leggur afturat, at vegbungurnar eru gjørdar eftir teimum fyriskriftum, sum eru galdandi fyri slíkar vegaforðingar, og tí skilur hann ikki rættiliga, hvat tað er, kommunan skal hava gjørt skeivt.
Men bussførararnir á leiðini hava eftir øllum at døma kortini ampa av bungunum, og á Strandferðsluni vísir samferðsluleiðarin, Bogi Mortensen, á, at stovnurin hevur skyldu at tryggja sínum bussførarum góðar arbeiðsumstøður.
Spurdur, um Strandferðslan ikki eisini kennir sær eina skyldu mótvegis sínum viðskiftafólkum, sigur Bogi Mortensen, at tað ger stovnurin sjálvandi. - Men beint nú fá eg ikki sagt, hvør skylda vigar tyngst, sigur Bogi Mortensen, sum í dag fer til Vestmanna at kanna málið.
Í løtuni kann samferðsluleiðarin tó ikki lova, at busskoyringin inn í bygdina í Vestmanna verður tikin uppaftur.
- Vit fara millum annað at kanna, hvussu nógv fólk yvirhøvur hava brúk fyri, at bussurin koyrir heilt út í bygdina, sigur Bogi Mortensen.
Uttan mun, til hvat hendir í dag, tá Samferðsuleiðarin kemur á vitjan, er borgastjórin í Vestmanna ikki sinnaður at góðtaka, at busskoyringin á strekkinum verður niðurløgd.