Borgarstjóri heilsar 95 ára gomlu Petrinu

Hon er ættað úr Oyndarfirði, men hevur seinastu árini búð á eldrasambýlinum, Sjóvarlon

Í dag, hin 30. apríl, hevur Petrina Klein 95 ára føðingardag. 

 

- Petrina er ættað úr Oyndafirði, men hevur búð á Sjóvarlon á Strondum seinastu árini.

 

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, var á gátt í dag við einari heilsan og blómutyssi. 

 

- Vit ynskja Petrinu Klein hjartaliga tillukku við degnum, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.