Botnurin stendur í einum

Nú kappingin er hálvrunnin, eru fimm lið í veruligum niðurflytingarvanda. Hjá B36 prógvaði málverjin enn einaferð sítt virði, og júst málverjarnir tykjast eisini hava avgerandi leiklut í botnstríðnum

Samanum 14. umfar

Við 14 av teimum 27 dystunum í metlanga árinum løgdum afturum, er kappingarárið nú væl og virðiliga í helvt.
Og hóast tað enn eru 13 dystir eftir at spæla, so tykist tað longu nú vera ein staðfesting, at oddurin í fótbóltskappingini í ár ikki verður stórt øðrvísi, enn hann var í fjør. Og í øllum førum við somu trimum liðum.

Einsamøll oddalið
B36 slapp sær mánakvøldið upp á oddasessin, tá teir vunnu seinasta dystin hetta umfarið móti ÍF. Ein sigur, sum í nógvar mátar var eitt sindur sigandi um ein dyst, har oddaliðið tekur møguleikarnar, sum tað fær, meðan botnliðið ikki hevur marginalarnar í sínum parti.
Merkisvert við avrikunum hjá B36 í ár er nærum ótrúligi málmunurin, sum liðið hevur. Heili fýra onnur lið hava skotið fleiri mál, enn teir hjá árstalsfelagnum hava gjørt í ár, og tað er óvanligt fyri eitt oddalið. Hinvegin er tað ótrúliga flott, at liðið bara hevur latið seks mál farið ígjøgnum í 14 dystir. Og ikki færri enn níggju ferðir eru teir hvítu og svørtu, sum nú eisini eru bláir viðhvørt, farnir av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið hevur skora!. Sjálvandi er gott verjuspæl eisini partur av hesum hagtølum, men tað skerst ikki burtur, at Jákup Mikkelsen hevur verið ein framúr fongur hjá árstalsfelagnum.
Meistararnir úr HB mátta soleiðis - í øllum førum fyribils - lata oddasessin frá sær. Fremsta orsøkin til hetta var heimaósigurin fyri Skála. Hetta var annars fyrsta tapið hjá HB á heimavølli síðani teir tann 2. juli 2003 taptu 2-1 fyri B36. Og fyrsta ferðin síðani 2001, at eitt lið uttan fyri høvuðsstaðin fór úr Gundadali við øllum stigunum eftir dysti móti HB!
Tað ber boð um, at Skála er nakað serligt, og aftur í ár hevur Skála víst, at teir væl og virðiliga eru førir fyri at taka dystin upp við sterkastu feløgini í landinum. Við einum buli av spælarum, sum eru uppaldir í felagnum, kryddað við sterkum útlendskum kreftum og tveimum havnarmonnum tykist hópurin hjá liðnum í ár eisini at hava neyðugu breiddina, sum teimum í fjør vantaði, tá seinastu fetini í kappingini skuldu takast. Og so skerst ikki burtur, at fótbóltsfólk kring alt landið enn einaferð hava sæð úrslitið av miðvísa og nærlagna arbeiðinum hjá Johan Nielsen.

Sveiggja um miðjuna
Í miðjuni tykjast NSÍ og EB/Streymur at sýna spæl, sum sveiggjar millum avbera gott og væl undir miðal, og stigatalvan endurspeglar eisini tann veruleika, at tey longu nú eru um at koma í eina støðu, har tey ikki hava tað stóra at stríðast fyri. Ein støða, sum tó skjótt kann gerast vandamikil, um líkasælan sleppur at fáa fastatøkur.
Hinvegin er botnurin púrasta tættur. Við fýra liðum á 14 stigum og einum á 13, eru allir spurningar í hesum framvegis púrasta opnir. Og ikki minst er tað áhugavert, sum støðan í løtuni er, at roknihátturin við innanhýsis dystum nú av álvara sleppur at standa sína roynd, soleiðis sum tað verður greitt frá aðra staðni her á síðuni.

Sjálvmál av KÍ
Tað eru sjálvandi nógvar ymsar orsøkir til, at botnurin sær út júst soleiðis, sum hann ger í løtuni, men tað er einki at iavst í, at tað í Klaksvík eru hópur av áskoðarum, sum hava hug at ilskast inn á avgreiðsluna av dystinum í Vági um jóansøkuna.
Tann dysturin skuldi upprunaliga verða spældir í Klaksvík, tí nú jóansøkan í ár varð hildin á Tvøroyri, helt FSF seg ikki hava nøkur serlig atlit at taka mótvegis vágbingum í hesum. Sum støðan á talvuni er í løtuni, so hava klaksvíkingar tørv á øllum tí viðráki, sum teir á nakran hátt kunnu fáa. Her ímillum fyrimunin av heimavølli og -áskoðarum. Men kortini høvdu teir einki ímóti einum leygardagsdyst í Vági kl. 13.00!
Av hinum botnliðunum tykjast fuglfirðingar vera teir, ið eru ringast fyri. Eftir eina byrjan, har liðið tók alt og øll á bóli, og har teir eitt skifti eisini vóru á odda, hevur mest sum einki borið til ÍF. Seinastu átta dystirnar hevur talan soleiðis bara verið um tvey stig, og so hjálpir tað lítið, at teir samstundis hava sligið HB úr steypakappingini. Hugburðurin hjá fuglfirðingunum tykist tó framvegis vera í lagi, og teir kunnu kanska eisini við røttum iðra seg um, at úrtøka ikki fekst úr heimadystinum móti B36 mánadagin.
VB og GÍ hava hvør í sínum lagi havt nakrar daprar periodur í ár, men hjá báðum tykist gongdin nú vera vend. Gøtumenn hava fyri tað mesta havt góðan hugburð, og tað mundi verma væl, at tað eisini eydnaðist teimum at fáa stig við Løkin, hóast fráveruna av Súna Olsen. Og so skerst tað ikki burtur, at teir við leigumálinum av Marcin Dawid fingu fatur á einum málverja, sum kundi vera við til at venda gongdini.
At tað bar til at leiga pólverska málverjan komst einamest av, at vágbingar í Bjarna Johansen longu mettu seg hava málverjan, sum kundi verða við til at stabilisera ungu manningina, sum nú verður sett við. Og fyri tað nógva, so hevur rutineraði málverjin eisini sannført um, at hann er rætti maðurin í so máta. Gaman í hevði hann óhepnan leiklut, tá VB í næsta umfarinum misti útisigurin móti KÍ í evstu løtu, men síðani hevur hann fyri tað mesta spælt við vanliga autoritetinum og tryggleikanum.

Dýrir javnleikir
Seinasta liðið í botninum er TB, og tað kann í mangar mátar tykjast heldur merkisvert. Ikki minst tí teir við sterkum verjuspæli hava havt eitt sera gott tak á fleiri av ovaru støddu liðunum. Millum annað hevur oddaliðið úr B36 ikki skorað móti TB í 180 minuttir.
Varð spælt við gomlu skipanini, har sigrar bert góvu tvey stig, høvdu tvøramenn eisini verið eitt stig undan hinum trimum, men tann lógin er so ikki galdandi longur, og tí verður kravið til TB nakað skjótt, at sigrar skulu koma á borðið, um støðan ikki skal gerast heilt hættislig.
Longu komandi vikuskiftið kann botnurin tó taka seg væl øðrvísi út. Tá fer KÍ aftur á vitjan í Fuglafirði, har klaksvíkingarnir fyrr í ár tóktust venda skútuni við einum greiðum sigri. Tann dysturin verður longu leygardagin, og sunnudagin verða so fýra dystir á skránni. Tá fara GÍ og TB at takast í Gøtu og hinir tríggir dystirnir eru VB-HB, Skála-NSÍ og B36-EB/Streymur.