BP-stjórin frá í heyst

Oljufelagið BP hevur nú kunngjørt, at forstjórin, Tony Hayward, fer úr starvinum í oktober, og at Robert Dudley tekur við eftir hann. Bretskir fjølmiðlar siga, at hóast BP ikki kunnger stjóraskiftið fyrr enn í dag, varð avgerðin tikin fyri fleiri máðanum síðani.

Tony Hayward hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni í sambandi við vanlukkuna í Meksikoflógvanum. Fleiri halda, at hann hevur handfarið málið illa.

Samstundis sum BP kunnger stjóraskiftið, kunnger felagið roknskapin fyri fyrra hálvár, og tað er ikki hugaligur lesnaður. Har sæst, at í øðrum ársfjórðingi hevði felagið umleið 100 milliardir krónur í halli. Samstundis setir felagið 200 milliardir krónur av til útreiðslur í sambandi við vanlukkuna í Meksikoflógvanum.