- Landsstýrið brúkti tríggjar milliónir krónur til at fyrireika eina avtalu við privat felag um at byggja og reka Skálafjarðatunnilin uttan at tryggja sær, at felagið yvirhøvur var ført fyri at lyfta uppgávuna.
Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og fyrrverandi landsstýriskvinna. Hon er samd við John Johannessen, landsstýrismanni, um leistin at leggja tunlarnar í eitt felag, tí hetta líkist nógv tí leisti, sum hon sjálv arbeiddi, tá hon umsat økið í CHE-samgonguni.
Í lesarabrævi, hon hevur sent Sosialinum, sigur hon, at tá P/F Skálafjarðartunnilin í fjør fekk lógarfestan einkarrætt at byggja og reka Skálafjarðartunnilin, var tað ógvuliga ivasamt, um privata felagið fór at megna at gjøgnumføra uppgávuna.
- Tunnilin varð privatiseraður við bindi fyri eyguni. Eingin útbjóðing varð gjørd, eingin styrkismetin av privata partafelagnum, eingin vissa fyria t fígging var tøk, og eingin visti, hvørjir eigararnir, sum fingu einkarrættin, fóru at vera, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon vísir á, at longu undir nevndarviðgerðini gjørdist greitt, at annar av eigarunum, EIK-grunnurin, neyvan fór at seta eina einastu krónu í verkætlanina, og tí máttu nýggir eigarar inn. Hóast allar óvissurnar, valdi landsstýrið kortini at nýta minst tríggjar milliónir til ráðgeving at fyrireika sáttmálan við privata felagið, sigur hon.
Greinin hjá Bjørt Samuelsen kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER