Brævaskifti hjá Matras, Heinesen og Hoydal út í bók

Nýggj bók gevur óvanliga forkunnugt innlit í brævaskifti millum tríggjar av okkara mætastu rithøvundum »Christian Matras? brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoyda« er heitið á heilt sermerktari útgávu hjá forlagnum Fróðskapur, sum júst er komin í bókabúðirnar.

Talan er um onki minni enn brævaskifti, sum teir tríggir rithøvundarnir Chr. Matras, William Heinesen og Kartsten Hoydal høvdu í tíðarskeiðnum frá endanum á fyrra heimsbardaga til nakað eftir seinna heimsbardaga.

Bókin gevur ein sjádsaman møguleika at fáa innlit í ikki minst føroyskt bókmentaligt virksemi í hesum tíðarskeiðnum.

Umframt arbeiðið at geva út bókmentaligt tilfar, kjakast teir tríggir um og gera viðmerkingar til tekstir hjá hvørjum øðrum. Í brøvunum gera teir eisini metingar av tekstum hjá øðrum høvundum, og kjakast annars um mentan, politikk og heimligar bókmentir sæð í ljósinum av norðurlendskum og evropeiskum bókmentum.

Í støðum hava brøvini ein meiri privatan dám, her tey snúgva seg um familjuna, føðingar, andlát, heilsanir til konur og børn, hjartasuff um ov nógv at gera o.s.fr.

Øll brøvini eru givin út við loyvi frá familjuni hjá brævaskrivarunum.

Tað er Anne-Kari Skarðhamar, sum skrivaði Ph.D.ritgerð um partar av ritverkinum hjá Christiani Matras, sum hevur fingið skrivað brøvini av, viðmerkt og annars lagt útgávuna til rættis.