Í dystinum ímóti NSÍ fyri yvir eini viku síðan fekk ÍF tvey reyð kort, og tað merkir, at hvørki Poul ella Kaj Ennigarð kunnu verða við í seinnu hálvfinaluni. Teir báðir hava annars mannað miðverjuna hjá ÍF í ár.
- Vit spæla so við miðverjum í kvøld, tað liggur fast! Akkurát hvør tað verður er ikki greitt enn. Vit koma at hava eina sterka miðverju til dystin, tað eri eg vísur í at vit klára at seta saman, sigur Ábraham Løkin, venjari hjá ÍF.
Í Fuglafirði hava tey góðar vónir um at síggja ÍF í finaluni.
- Eg trúgvi 100% uppá, at vit kunnu koma í finaluna, men so mugu vit gera tað, ið vit skulu, so vinna vit dystin, sigur Ábraham, sum eisini fegnast um at Nenad Saric er tøkur aftur.
Ábraham Løkin var sera vónbrotin eftir 5-3 tapið ímóti NSÍ í seinasta landskappingardystinum. Tá segði hann í samrøðu við Rás2, at liðið ikki gjørdi sum hann segði eftir at teir vóru komnir á odda 3-1. NSÌ vendi dystinum og skoraði fýra ferðir seinastu tjúgu minuttirnar.
- Vit hava lært nøkur álvarslig ting av tí dystinum, men annars eru vit komnir yvir tann dystin, sigur Ábraham Løkin at enda.
Dysturin í Gøtu byrjar klokkan 18.30 og Rás2 fer at senda beinleiðis frá dystinum. Byrja verður at senda eftir tíðindasendingina kl 17.