Á 15. sinni lata Brandur Øssursson og Norðurlandahúsið hurðarnar upp til Tórshavnar jazz, fólka og bluesfestival.
- 2300 tónleikarar hava hesi 15 árini vitjað í Føroyum, sigur Brandur Øssursson, tá vit hitta hann Yviri við Strond, í Skansastovu, har musikkskúlin heldur til.
Og júst Musikkskulin er eisini eitt av hjartabørnunum hjá Brandi.
- Hevði ein kunnað samlað alt tað besta frá hesum 15 árunum til ein festival, so hevði tað verið ein rimmar festivalur, sigur Brandur, sum metir, at festivalurin er komin fyri at verða. Hann hevur fingið rúm í hugaheiminum hjá føroyingum, heldur Brandur.
- Men áhugin, smakurin, er nógv broyttur seinnu árini. Fyrr kundu vit fylla salin við 68' tónleiki. Tað kunnu vit neyvan í dag. Alt er so nógv broytt.
- Vit hava eisini í Føroyum fingið eitt tónleikalív og nógvar stak dugnaligar tónleikarar, nakað sum er vert at lurta eftir. Ein skal ikki undirmeta tey, ið spældu fyrr, tí um tey ikki høvdu spælt, so var einki, sigur Brandur, ið eisini metir tøknina at vera so framúr í dag, at ljóðmyndin hjá einstaka lurtaranum er broytt. Lurtarin er kritiskari nú, tí hann heima í kamarinum hevur møguleika at hava alskins útgerð.
- Eisini einstaki tónleikarin hevur betri møguleikar og eigur sum oftast stórt fløgusavn. Áhugin í dag er djúpri og meira málrættaður, heldur Brandur.
Musikkskúlin
og festivalurin
- Í tí dagliga er hetta úrslit av Musikkskúlanum, men eisini festivalinum, tí fólk hava sæð, at tað ber til at venja seg. Tá Niels Henning Ørsted Pedersen kom fram hildu danir, at tað var ógjørligt at spæla so og amerikumenn fingu fyrstir eyguni upp fyri honum. Fimm ár seinni vóru 10 danir, ið leiktu líka væl. Slíkt hendir tá ein sær, at tað ber til at spæla so, ein upplivir tað og prátar kanska við viðkomandi tónleikara, sum er eitt heilt vanligt menniskja. Hoyrir ein tað á fløgu, so hevur ein avstand og trýr kanska ikki uppá, at tað ber til í veruleikanum. Soleiðis hevur festivalurin havt týdning fyri føroyska tónleikalívið. Harumframt eru føroyskir bólkar, ið ikki hava spælt t.d. dansitónleik, eisini slopnir at spæla sín tónleik á festivalinum og teir hava soleiðis havt eitt forum, metir Brandur Øssursson.
Hugskotið
- Sjálvt hugskotið til festivalin var í botn og grund einfalt. Sum umboð í Nordjazz kom eg ymisk støð til festivalir. Tað vóru ofta smáir býir, har stór nøvn spældu á gistingarhúsum, skúlum og í biohøllum. Júst tá kom Norðurlandahúsið og Hotel Føroyar og Norrøna byrjaði at sigla, so alt passaði væl saman. Tað kravdi ikki tað so øgiliga ljósa høvdið at síggja tað, tá ein sat og ikki kundi lata vera við at hugsa um at gera ein festival, sigur Brandur.
- Tað lá í tíðini, at hetta kundi ein gera og Norðurlandahúsið sá eisini, at hetta bar til, so vit formuleraðu okkum sum ein norðurlendskan festival og tað liva vit eisini væl upp til í ár, sigur Brandur og vísir á síðuna í skránni, har tað sæst, at nógv norðurlond eru við.
Plakatin
Men eisini úti í heimi hevur festivalurin funnið rúm í hugaheiminum hjá fólki. Tey vilja fegin hendaveg at spæla og vit hava fingið ávíst virði, heldur Brandur, sum eisini heldur tað vera áhugavert, at árliga plakatin hevur stórt listarligt virði.
- Tá felagsskapurin Nomus fyri stuttum flutti í nýgj høli, so var tað ikki soleiðis, at tey nýttu høvið at sleppa sær av við okkara plakat, sum tey høvdu hangandi. Hinvegin var hon nakað av tí fyrsta, ið tey tóku við í nýggju hølini, greiður Brandur frá.
Ongan hug
at gevast enn
- Júst nú kenni eg ikki, at nú er upp á tíðina at eg blaki frá mær. Heldur hinvegin, sigur Brandur, ið heldur tað vera stóra gleði, tá alt fellur upp á pláss eftir strævi fyrireikingararbeiði.
- Festivalurin er komin í fastar rammur, kann ein siga, men spurningurin er um tað er gott. Vit arbeiða við broytingum og hugskotum alla tíðina. Júst í morgun hava vit tosað um at hava eitt so nevnt familjutelt við happy-jazzi og pylsum og líknandi, sigur Brandur.
- Ofta breiðir slíkur festivalur seg um allan býin. So langt eru vit ikki komin enn, hóast royndir onkutíð hava verið gjørdar. Vanligt er við ymsum tiltøkum, t.d. í SMS og í gongugøtuni og eisini hava javnan skeið verið á skránni, men nakað fast er tað ikki blivið til enn, sigur Brandur.
Brandur stendur aftur í ár á odda fyri festivalinum og hann metir skránna at hava ymiskt væl blandað at bjóða.
- Tað er líkasum hugskotið við einum festivali, at tað skal vera blandað. Ofta eru fólk farin at lurta eftir einum størri navni og hava so hoyrt onnur, ið tey eru blivin hugtikin av. Og soleiðis skal tað vera, sigur Brandur Øssursson, sum í kvøld kl. 19:30 stendur á odda fyri Jassunum, tá festivalurin byrjar.
Umframt Jassarnar spæla í kvøld Elise Einarsdóttir Ensemble, Jaspis við Jan Klüvert og Merzi, Heini av Skarði og Peter Falkenberg og Bjørn Eidsvåg