Brandur hevði ein ringan dag til venjing

Landsliðið: Skálvíkingurin samlaði saman til eitt gott fríspark, sum eisini endaði í málinum

Í dag skal føroyska landsliðið spæla móti Andorra í Nations League. Hóskvøldið vann føroyska landsliðið 3-2 á Malta í fyrsta umfari í Nations League bólkaspælinum.

Eftir dystin greiddi Brandur Hendriksson frá, at hann als ikki rakti málið til venjing dagin fyri dystin. Tað endaði við, at skálvíkingur sendi bóltin upp í trýkantin úr 25 metrum.

- Eg hevði ein forferdiligan dag til venjing í gjár, og rakti ikki málið einaferð, men eg goymdi tað til í dag og tað eydnaðist. Eg eri bara so glaður nú, at tað eydnaðist. Vit vísa karakter og eg kundi ikki verið meiri stoltur av øllum spælarunum í dag, segði Brandur Hendriksson, ásannar at Malta hevði bóltin nakað, men tað er ikki nokk.

- Teir hava kanska løtur á bóltinum, men vit skapa kjansir og skuldu verið á odda við tveimum ella trimum í fyrra hálvleiki. Teir fáa tvey mál, sum kunnu vit kunnu sleppa undan heldur Brandur fyri.

Tá klokkan gekk til 90. minutt fekk Føroyar fríspark. Tað var eitt sindur til vinstru og kanska nakrar metra rov langt úti til at skjóta upp á mál. Og tó.

- Eg helt tað var í so tætt uppá til at skjóta innlegg, og vit kundu fáa ein retur, men hinvegin um tú ikki skjútur upp á mál, so skorar tú heldur ikki. Eg visti beinanvegin, at eg rakti hann væl. Eg helt at málverjin hjá teimum stóð nakað langt í mótsættu síðu, og vendi líka sum hinvegin. Tí hugsaði eg, at hann skuldi flyta seg skjótt, um eg rakti bóltin væl, segði Brandur Hendriksson, sum eftir málið tvísporaði yvir til spælararnar á bonkinum, sum sótu á áskoðararplássunum.

 ##med2##

- Tað er so langtsíðani at eg havi skorað á landsliðnum, at eg visti ikki hvussu eg skuldi feira tað. Tað vóru heldur ongir áskoðarar, so eg mátti finna onkran, sum eg kundi feira tað saman við. Eg havi ikki verið so glaður í langsamiliga tíð, segði Brandur Hendriksson.

FM1 og In.fo fylgja landsdystinum móti Andorra, sum verður í dag klokkan 14. FM1 byrjar at senda klokkan 13.

##ms##