Brandur og René komu á máltalvuna

Felags fyri allar føroysku landsliðsleikararnar í Íslandi er, at teir í dag hava spælt seg víðari í steypakappingini

Fult umfar hevur verið í íslendsku steypakappingini í dag, har fleiri føroyskir landsliðsleikarar hava verið í dysti. Og felags fyri tveir av teimum var, at teir komu á máltalvuna í fyrsta umfarinum av steypakappingini.

 

Tað vóru teir báðir, René Shaki Joensen, og Brandur Hendriksson Olsen, sum ávikavist skutu mál fyri Grindavík og FH.

 

René Shaki Joensen og Grindavík spældu seg víðari, tá teir vunnu 4-2 á útivølli móti Víðir. René Shaki Joensen skeyt 2-0 málið fyri Grindavík í dystinum.

 

Gunnar Nielsen og Brandur Hendriksson Olsen vóru báðir á vøllinum, tá FH spældi á útivølli móti ÍR. FH endaði við at vinna dystin 5-0, og Brandur Hendriksson Olsen, kom á máltalvuna. Brandur H. Olsen skoraði til 4-0 til FH, tá 77 minuttir vóru leiktir.

 

Eisini Kaj Leo í Bartalsstovu og ÍBV, sum í fjør vunnu íslendsku steypakappingini, spældu seg í dag víðari. ÍBV vann 4-2 á heimavølli móti Einherja, har Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði inni í álopinum fyri ÍBV.

 

Málið hjá Brandi Hendriksson Olsen fyri FH í dag, ber til at síggja her.