Brasil í HM formi: Ársins mál og tár

HM 2022: Brasil meinar tað í álvara og skoraði ársins mál. Mótvektin var ein skaði til Neymar

Brasil vann í kvøld 2-0 á Serbia. Richarlison skoraði bæði málini. Annað var ein sonn perla, sum óiva verður millum ársins mál. Alt gekk tó ikki eftir ætlan hjá Brasil, tí Neymar mátti av vøllinum við skaða.

 

Brasil er altíð ein favorittur at vinna Hm Onkuntíð meir, og onkuntíð minni, men aldrin minni enn ein av favorittunum. Nú øll londini hava spælt ein dyst í HM-endaspælinum, kunnu vit nokk rokna Brasil sum ein av heilt stóru favorittunum.

 

Fyrri hálvleikur móti Serbia var ikki góður, men í seinna hálvleiki komu sambarýtmurnar fram. Eftir ágangandi spæl í fleiri førum kom Brasil á odda, tá Richarlison var fyrstu á ein retur í brotsteiginum. Tað hevur verið sett spurnartekin við úttøkuna av áleyparanum hjá Tottenham, men hann svaraði aftur í kvøld.

 

Eitt korter fyri tíð skoraði hann helst flottasta málið higartil til HM. Hann fekk eina avlevering úr vinstru, lyfti bóltin uppfrá við rygginum til málið og tveitti seg í leysa luft og sendi bóltin í málið.

 

Móti dystarenda mátti Neymar lata seg útskifta við skaða í øklinum. Hann sat við tárum á bonkinum, men landsliðsvenjarin segði eftir dystin, at vit sleppa at síggja meira til Neymar í Katar.

 

Brasil – Serbia 2-0 (0-0)

 

1-0 Richarlison, 62

 

2-0 Richarlison, 73

 

Brazil 4-2-3-1: Alisson 6; Danilo 6, Marquinhos 7, Silva 6.5, Sandro 7; Paqueta 6.5 (Fred 6), Casemiro 8; Raphinha 6, Neymar 7, Vinicius 7.5 (Rodrygo, 6.5); Richarlison 8.5 (Jesus).

 

Venjari: Tite

 

Serbia 3-5-2:  V.Milinkovic-Savic 7; Milenkovic 6, Veljkovic 6.5, Pavlovic 6; Zivkovic 5 (Radonjic 57, 5), Gudelj 6 (Ilic 57, 5), Lukic 6 (), S.Milinkovic-Savic 5, Mladenovic 5.5; Tadic 5 (Vlahovic), Mitrovic 5.

 

Gul kort: Pavlovic, Gudelj, Lukic,

 

Venjari: Dragan Stojkovic

 

(Spælarametingar, Dailymail)

 

Dómari: Alireza Faghani (Iran)

 

Støðan – Bólkur G

 

1: Brasil 3

 

2: Sveis 3

 

3: Kamerun 0

 

4: Serbia 0