Brekumboðið farið til arbeiðis

Eilif Magnusson Arge, brekumboð, hevur í dag hitt Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, og nýsetta brekumboðið, Eilif Magnusson Arge

Brekumboðið hevði sín fyrsta starvsdag 1. oktober, og er nú so smátt farið til verka. Báðir partar fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd, og nýtti landsstýrismaðurin høvi til at ynskja Brekumboðnum blíðan byr við týdningarmikla starvinum.

Endamálið hjá Brekumboðnum er at verja og fremja rættindi og áhugamál hjá fólki við breki og teirra avvarðandi kring alt landið. Við hesum er tikið eitt týdningarmikið stig fram á leið í arbeiðinum at tryggja, at fólk við breki kunnu liva eitt sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív á jøvnum føti við onnur.

Brekumboðið er at hitta á:

Teldupostur: brekumbod(at)brekumbod.fo

Telefon: 401400

Ein av fyrstu uppgávunum hjá Brekumboðnum verður at menna eina heimasíðu fyri Brekumboðið og at gera skrivstovuhølini á Klaksvíksvegi 77 í Klaksvík klár til nýtslu. Tá heimasíðan verður tøk, verður kunnað nærri um innihald og møguleikar á síðuni.

 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, og nýsetta brekumboðið, Eilif Magnusson Arge