Brian Laudrup nýggjur landsliðsvenjari

Púra óvæntað hevur føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, valt at leggja frá sær í úrtíð av persónligum orsøkum. Frábóðanin frá stóra dananum kom ógvuliga óvart á FSF, sum tó hevur gjørt skjótt av og tryggjað sær Brian Laudrup sum nýggjan landsliðsvenjara

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur fingið nýggjan venjara. Venjarin hjá okkara fremstu fótbóltsmonnum seinnu árini, Henrik Larsen, hevur av persónligum orsøkum valt at leggja frá sær. Fótbóltssambandið hevur tó ikki ligið á løtu síðuni, tí FSF hevur longu funnið avloysaran hjá Henrik Larsen, og tað er ikki hvør sum helst.

Leingi droymt um venjarastarv
Talan er um fyrrverandi danska landsliðsleikaran Brian Laudrup, sum man verða ein tann kendasti danski fótbóltsspælarin nakrantíð. Brian Laudrup gavst sum yrkisleikari fyri nøkrum árum síðani, og síðani tá hevur hann ikki fingist við fótbólt. Í sínari glæsiligu tíð sum yrkisleikari umboðaði Brian Laudrup so mæt feløg sum Milan, Fiorentina, Chelsea, Ajax Amsterdam, Bayern Munchen og Glasgow Rangers.
Beint fyri evstamark okkara eydnaðist okkum at fáa orð á Brian Laudrup. Hann var eitt sindur ovfarin av, at tíðindini longu vóru komin út, men hann váttaði tó, at hann er komin ásamt við FSF um ein sáttmála, ið er galdandi fram til juli 2006.
- Vit hava ikki skrivað undir sáttmálan enn, men hetta verður gjørt á einum tíðindafundi í komandi viku. Eg má viðganga, at eg altíð havi droymt at roynt meg sum venjara, og nú fái eg so møguleikan, sigur Brian Laudrup.
Spurdur hvønn kunnleika hann hevur til føroyskan fótbólt, sigur Brian Laudrup: - Eg havi spælt móti Føroyum einaferð, og so havi eg spælt saman við Toda Jónsson í FC Keypmannahavn eitt skifti. Annars veit eg ikki tað stóra um føroyskan fótbólt, men Henrik Larsen hevur játtað at virka sum eitt slag av ráðgeva hjá mær fyrstu tíðina, sigur Brian Laudrup.

Ætlar at hava landsliðsvenjing í næstum
Av tí at nýggi landsliðsvenjarin ikki veit so nógv um teir føroysku spælararnar enn, hevur hann í samráð við hjálparvenjaran, Jógvan Martin Olsen, gjørt av at samla landsliðshópin til felagsvenjing í næstum.
- Tað er umráðandi hjá mær sum skjótast at koma at kenna spælararnar á føroyska landsliðnum. Eg ætli mær ikki at broyta leikskipan, men út frá teimum einstøku leikarunum kann eg møguliga gera onkrar tillagingar á liðnum, sigur Brian Laudrup, ið væntandi kemur at ferðast nógv til Føroya næstu tíðina, so at hann kann fáa eitt størri innlit í føroyskan fótbólt.
Sáttmálin millum Brian Laudrup og Fótbóltssamband Føroya kemur í gildi í dag 1. apríl.