Brimil sleipaði tveir bátar í gjár

Í gjár noyddist vaktarskipið Brimil tvær ferðir at sleipa útróðrarbátar av Norðhavinum

Tað var fyrst útróðrarbáturin Langanes, sum Brimil sleipaði inn til Eiðis, eftir at báturin fekk maskintrupulleikar eini átta fjórðingar úr Rivtanga.

Seinni í gjár var tað so útróðrarbáturin Markus, ið fekk maskintrupulleikar norðalaga í Djúpunum, og hann bleiv sleipaður til Leirvíkar.