Landsdystur
Tey seinnu árini er tað ikki ofta komið fyri, at Allan Simonsen og hansara menn hava tapt stórt. Men í Sveis 7. oktober í fjør taptu føroyingar 5?1. Tann dystin hevur landsliðsvenjarin ofta spælt umaftur, og hann er ikki í iva um, hvat tað var, sum var høvuðsorsøkin til, at tað gekk so illa:
? Vit komu á odda beinanvegin. Tað átti at verið ein fín støða, men tíverri gloymdu okkara spælarar í óvandu støðuni tað, sum vit frammanundan høvdu avtalað. Ætlanin var, at vit, soleiðis sum vit altíð royna at gera, skuldu halda okkum so frammarlaga á vøllinum, sum tað bar til. Av beinkinum royndu vit at rópa liðið fram, men leiðslumálið hevði við sær, at alt liðið datt langt aftur á vøllin. Sveisararnir dugdu væl at gera nyttu burturúr tí støðuni. Teir spældu flatar bóltar á fremstu menninar. Um teir høvdu verið úti á vøllinum, tá teir fingu bóltin, so hevði talan ongantíð verið um meiri enn fríspørk. Nú royndu okkara menn at verja ímóti teimum í egnum brotsteigi, og so varð fleiri ferðir brotsspark í staðin fyri fríspark, staðfestir landsliðsvenjarin.
Allan Simonsen heldur tað siga seg sjálvt, at tað ikki ber til at verja í 90 minuttir, og hann vil hesa ferð hava, at føroysku spælararnir leita aftur til tað, sum teir eru best til.
Fer tað at ávirka spælistílin, at Todi ikki er við?
? Tað fer ikki at bera til at leggja spælistílin radikalt um. Vit hava fleiri ferðir verið noyddir at klára okkum uttan Toda. Tá rætta vit álopsspælið eitt sindur øðrvísi inn, og soleiðis gera vit eisini hesa ferð.
Ein royndan og ein ungan
Uni Arge og Kurt Mørkøre eru álopsspælararnir við mestu royndunum. Men tað tykist greitt, at teir fara ikki báðir at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Teir eru báðir tað, sum verður kallað boksspælarar. Vanliga er bara ein sovorðin á liðnum.
Ætlanin er ivaleyst, at Christian Høgni Jacobsen skal vera við síðuna av Una Arge, men tað er treytað av, at ungi NSÍ maðurin verður tøkur. Undir venjingini í gjár og í fyrradagin varð Christian Høgni spardur eitt sindur, men tað er greitt, at hann verður ikki ímillum teir fyrstu ellivu, um hann ikki er púra frískur at spæla.
Allan Simonsen vil ikki gera viðmerkingar til uppstillingina, men hann er fegin um at hava Jón Róa Jacobsen sum ein møguleika.
? Eg havi altíð sæð tað sum ein fyrimun, at spælararnir kunnu brúkast fleiri staðni á vøllinum. Jón Rói er ein góður og skjótur álopsspælari, og vit hava seinastu tíðina sæð, at hann eisini er skilagóður og tryggur í miðverjuni.
Um Christian Høgni ikki verður tøkur, kann roknast við, at Jón Rói Jacobsen verður í álopinum, og so verður hann yngsti spælarin nakrantíð á føroyska landsliðnum.
Helgi L Petersen verður neyvan ímillum teir fyrstu ellivu. Um hann skal skrásetast fyri sín fyrsta landsdyst, so verður tað ivaleyst sum innskiftari fyri ein av miðvallarunum.
Næstan sama manning
Allan Simonsen sigur seg altíð hava eina áskoðan um, hvussu liðið skal síggja út, tá landsliðið fer undir venjingina.
? Ætlanin er grundað á tað, sum eg havi sæð og hoyrt, og á tað, sum Jógvan Martin hevur sæð og hoyrt. Venjingin undan dystinum verður brúkt at staðfesta, um ætlanin er brúkilig, ella um okkurt skal rættast, og tað kemur meiri enn so fyri, at ein ella tvær broytingar verða gjørdar.
Í Luksemburg í mars sá liðið soleiðis út: Jákup Mikkelsen ? Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Johan B. Hansen ? Allan Mørkøre, Fróði Benjaminsen, John Petersen, Julian Johnsson, Øssur Hansen ? Kurt Mørkøre, Todi Jónsson.
Ta ferðina vóru Uni Arge og Sámal Joensen í ferðalagnum, men teir vóru sjúkir og tískil ikki nóg væl fyri at spæla. Tá Todi varð skaddur, kom Christian Høgni í hansara stað. Uni og Sámal verða helst báðir á liðnum hesa ferð. Ivaleyst má Kurt víkja, og so er spurningurin, um venjarin fer at geva Johan B. Hansen, sum varð settur uttanfyri í Moskva, tá Pól Thorsteinsson var tøkur aftur, ein nýggjan møguleika, ella um hann fer at seta Fróða Benjaminsen aftur í miðverjuna fyri at geva pláss fyri Sámali Joensen á miðvøllinum.
Johan B. Hansen hevur ikki verið á superligu liðnum hjá OB í ár, men hann er kortini væl fyri. Í mai mánað hevur hann spælt tólv dystir á talentliðnum hjá OB.