- Vegna kanningararbeiði á Brúnni um Streymin verður heitt á bilførarar um at vísa varsemi.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.
Heitt verður eisini á allar bátar um at vísa varsemi, tá siglt verður undir brúnni.
- Hæddin á brúnni verður minkað við umleið fimm metrum, meðan kanningararbeiðið fer fram.
Í Sunda kommunu verður lagt aftrat, at kanningararbeiðið fer fram allan juni 2026.











