Ein heilt serlig framsýning letur upp í Leirvík

Framsýningin verður opin komandi vikuskiftið og alt summarið, og tað er ókeypis at vitja framsýningina

Fríggjadagin hin 5. juni letur upp ein heilt óvanlig framsýning í Gamla skúla í Leirvík. Hetta er um framsýning, sum tekur støðið í tí útgrevstrinum, sum fór fram á Toftanesi í Leirvík summrini 1982 til 1987.

 

- Í samband við henda útgrevstur vórðu umleið 3000 lutir funnir, og onkrir teirra verða nú vístir fram, siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

At hesir lutir verða at síggja uttan fyri Havnina er heilt serligt.

 

- Hóast fornfrøðiligir lutir verða funnir kring alt landið - og í hesum føri í Leirvík - verða teir aloftast lagdir á goymslu, ella um talan er um ein heilt serligan lut, vístir fram á Tjóðsavninum.

 

Soleiðis er tað fyrstu ferð, at fleiri av hesum lutum eru aftur í Leirvík eftir 40 árum - og fyrstu ferð, at fleiri av hesum lutum nakrantíð verða vístir fram.

 

- Útgrevsturin avdúkaði ein bóndagarð, eitt langhús frá umleið ár 900 við trimum úthúsum, og hetta sæst enn í lendinum, um tú vitjar toftirnar á Toftanesi.

 

Fríggjadagin klokkan 15 verður setan av framsýningini, har eitt nú røður verða hildnar og gott til góman verður at fáa.

 

- Eisini verður serskilt høvi hetta vikuskiftið at ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, sum varð funnin á Toftanesi. Brosjan er 26 mm í tvørmáti, og hon er úr bronsu, gjørd í Borre-sniði.

 

Tað er gullsmiður, Ghita Ring - Gitastova.fo - sum hevur gjørt eftirgerðina.

 

Í samband við, at framsýningin letur upp, verður skipað fyri ókeypis familjudøgum aftur í víkingatíð.

 

- Her koma víkingar at skipa fyri aktivitetum og spølum, sum kunnu setast í samband við framsýningina. Harumframt verður skipað fyri gongutúrum oman á Toftanes saman við heimildarfólki.

 

Opið verður:

 

Fríggjadagin: Kl. 15-20

Leygardagin: Kl. 10-17

Sunnudagin: Kl. 13-17

 

- Framsýningin heldur fram alt summarið, og hon verður opin hvørt vikuskifti frá 5. juni til og við 27. september og opið verður soleiðis:

 

Leygardagar: Kl. 10-17

Sunnudagar: Kl. 13-17

 

- Tað er ókeypis at vitja framsýningina, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

##med2##