Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavnar kommuna
Í samband við eitt innnslag í Degi og Viku fríggjakvøldið hin 3. november 2006 viðv. umbyggingini av sølumiðstøðini SMS varð víst til ein teldupost sum Brunaumsjón Landsins hevði sent Fiskimálaráðnum.
Í hesum telduposti var Brunaumsjón Landsins endurgivin fyri at hava skrivað:
”…Vit kunnu eisini siga generelt, at vit hava ikki álit á sýnsførleikanum hjá kommununi…”
Mótvegis Brunaumsjón Landsins fer Tórshavnar kommuna ikki at viðgerða einstøk mál í fjølmiðlunum, men kann generelt siga, at Tórshavnar kommuna hevur vælkvalifiserað starvsfólk innan byggimálsviðgerð við fleiri ára royndum aftan fyri seg, og at førleikin hjá starvsfólkunum hjá Tórshavnar kommunu røkkur eisini væl og virðiliga til at fremja fult út nøktandi og ábyrgdarfull sýn og málsviðgerð.
Sum evsta byggivald í Tórshavnar kommunu tekur kommunan tí frástøðu frá slíkari niðurgerðing av førleikanum hjá kommunalum starvsfólkum, sum Brunaumsjón Landsins í hesum føri er endurgivin fyri.
Tórshavnar kommuna er av tí áskoðan, at kommunali byggimyndugleikin og Brunaumsjón Landsins sum útgangspunkt hava sama áhuga í, at brunatrygdin í øllum nýggjum og verandi bygningum er nøktandi ella verður betrað.
Ásannast má tó, at tað er ein hugburður av slíkum slag sum verður givin til kennar í omanfyrinevnda telduposti frá Brunaumsjón Landsins til Fiskimálaráðið, sum ræður innan gátt í Brunaumsjón Landsins. Tað er sostatt Brunaumsjón Landsins sum er størsta forðingin fyri at eitt nøktandi og konstruktivt samstarv kann fáast í lag við Brunaumsjón Landsins.
Hin 06. november 2006.