Brynjolfur á Roskilde

Millum 20 nýggj nøvn er føroyski diskarin Brynjolfur.

KlubRå er eitt listainnslag, sum Roskilde Festivalurin roynur seg við.

 

 

Nú er 20 nøvn aftuat kunngjørd at fara á pall á Roskilde, hesi fara á pall í KlubRå, og teirra millum er føroyski diskarin Brynjolfur. 

 

 

Hetta er Brynjolfur á Heygum, sum er kendur innan techno tónelik í Danmark sum diskari.

 

 

Hini sum fara á pall koma úr eittnú Danmark, Noreg og USA.