Búgvi vann NM-bronsu annað árið á rað

Judo: Tað eydnaðist aftur í ár Búgva Poulsen at vinna bronsumerki í kappingini um Norðurlendska Meistaraheitið. Í fjør vann Búgvi bronsu í bólkinum -78 kg., og í ár vann hann bronsuna í bólkinum -81 kg., sum bólkurin nú eitur

Norðurlendska meistarakappingin í judo fer fram á hvørjum ári í mai mánað, eina viku aftan á europeisku kappingina.

Í ár varð kappingin hildin í finska býnum Turku leygardagin 23. mai við luttakarum úr Íslandi, Føroyum, Noreg, Svøríki, Finlandi og Estlandi.

Úr Føroyum var bert ein luttakari, Búgvi Poulsen, sum dystast í vektbólkinum -81 kg.

Í hesum vektbólkinum vóru 11 luttakarar úr Íslandi, Føroyum, Finlandi og Estlandi.


Frídyst í fyrsta umfari

Í fyrsta umfari trekti Búgvi frídyst, so hann kom í fyrsta dystinum at berjast ímóti Jere Ahvenainen úr Finlandi, sum í sínum fyrsta dysti hevði vunnið á Valvo Piilberg úr Estlandi.

Í byrjanini av hesum dystinum fekk Búgvi shido fyri passivitet, og harnæst fekk finnin Jere Ahvenainen eitt yoku fyri eitt kast.

Men so eydnaðist Búgva at fáa betri tak á dystinum og eftir eina løtu fekk Búgvi so eitt yoku fyri at kasta finnan. Og lítla løtu seinn kastaði Búgvi so finnan við favorit kasti sínum, sum kallast Ura Nage, og har var eingin bøn, Búgvi fekk ippon fyri kasti, og harvið vann hann dystin.


Rantala

Eftir at hava vunnið hendan dystin kom Búgvi so víðari móti Vesa Rantala úr Finlandi.

Rantala er sera sterkur og tekniskt væl fyri, og Búgvi segði eftir dystin, at hann kendi seg eitt sindur troyttan í hesum dystinum, kanska tí at hesin dysturin var stutt eftir fyrra dystin hjá Búgva.

Rantala fekk eitt wasa-ari næstan beinan vegin í dystinum fyri eitt kast, og tað sýntist sum fekk Búgvi ongantíð bilbukt við hendan finnan.

Løtu seinni fekk finnin eisini lyft Búgva heilt uppfrá, og tá ivaðist ongin í, at nú var dysturin avgjørdur. Men tað eydnaðist Búgva at venda sær í luftini, so hann kom niður á búkin, og finnin fekk onga skoru fyri hesa royndina.

Dysturin gekk so javnt á tíðina út. Búgvi royndi seg við onkrum kasti, men onki bar til. Seint í dystinum fingu báðir shido fyri at gera ov lítið.

Hesin dysturin endaði so við at Vesa Rantala vann og harvið hevði hann tryggja sær luttøku í finaluni, meðan Búgvi hevði tryggja sær pláss í kappingini um bronsumerki.


Bronsudysturin

Í tílíkari kapping eru tveir dystir um bronsumerki.

Í øðrum bronsudystinum vóru Bjarni Skúlason úr Íslandi móti Rauli Karpanen úr Finlandi, men hendan dystin tapti íslendingurin eftir fáum sekundum.

Betur gekk hjá Búgva, sum í hinum bronsudystinum kom ímóti Saku Tanayama úr Finlandi.

Eins og hinir dystirnir byrjaði hesin ikki ov væl hjá Búgva. Tanayama fekk eitt gott yoku fyri eitt kast næstan beinan vegin.

Men Búgvi kom betri við aftur, og eftir eina løtu fingu báðir shido fyri at gera ov lítið.

Dysturin leið nú heilt væl, og Búgvi var aftanfyri. Men tá bert fá sekund vóru eftir av dystinum eydnaðist tað Búgva at kasta Tanayama við yndiskasti sínum, Ura Nage, og knappliga var støðan vend, við tað at Búgvi fekk ippon fyri kasti og harvið hevði hann vunnið dystin og harvið bronsumerkið.


Endaliga úrslitið

Endaliga úrslitið í kappingini -81 kg. gjørdist sostatt:

1. Janne Romppanen, Finland

2. Vesa Rantala, Finland

3. Rauli Karpanen, Finland

3. Búgvi Poulsen, Føroyar

5. Bjarni Skúlasson, Ísland

5. Saku Tanayama, Finland

Búgvi luttók eisini í NM í fjør, og tá vann hann eisini bronsu í sínum vektbólki.

Hetta kappingarárið hevur verið rættiliga gott hjá Búgva. Í november vann hann silvur í einari altjóða kapping, nevnd Hillerød træf, í apríl vann hann gull í Danmarksmeistarakappingini, og nú í mai vann hann so bronsu í Norðurlandameistarakappingini.