Bumbuhóttan í Moskva

Russiska løgreglan hevur sent fólk at kanna fleiri jarnbreytarstøðir í høvuðsstaðnum Moskva, eftir at løgreglan fekk ávaring um bumbur á trimum jarnbreytarstøðum. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at maðurin, sum ringdi um bumburnar, segði ikki, hvørjar jarnbreytarstøðir talan er um. Tí hava myndugleikarnir stongt tríggjar av teimum størstu støðunum, meðan hinar verða kannaðar.

Fyri fjúrtan døgum síðani doyðu 36 fólk, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina í komuhøllini á einum flogvølli í Moskva. Aftan á ta vanlukkuna bað løgreglan fólk siga frá, um tey varnaðust okkurt illgrunasamt, og sum skilst hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir.

Talsmaðurin hjá løgregluni í Moskva váttar tó, at bumbuhóttanin í dag er tann fyrsta, sum hevur elvt til so umfatandi kanningar.