Minst tveir tingmenn hava latið lív av bumbuspreingingini. Sambært tíðindastovunum brast bumban í einari matstovu, sum er í tinghúsinum. Nógvir tingmenn vóru har, og minst tveir eru deyðir, skrivar Reuters.
Aðrar tíðindastovur siga, at fleiri aðrir tingmenn eru særdir.
AP skrivar, at trygdartiltøkini vóru sera strong við tinghúsið í dag, og tað kundi bent á, at myndugleikarnir høvdu fingið frænir av, at onkur ætlaði at søkja at tinghúsinum.