H71 er á odda 1-0 ímóti Kyndli í FM-finaluuppgerðunum í Burn mansdeildini.
William Napoleon skoraði eitt mál fyri H71 í kvøld, men hann valdi løtuna væl. Hann skoraði beint undan dystarloki til støðuna 24-23 til H71, og so kundu hoyvíkingar stórfegnast.
Kyndil var á odda 12-9 í steðginum, og við 10 minuttum eftir á klokkuni vóru teir á odda 19-15, men tá tendraði H71 veruliga, og teir koppaðu dystin til ein tepran sigur.
Mikukvøldið klokkan 20 hittast liðini aftur í aðru FM-finaluni í høllini á Hálsi.
Boas Ellefsen á Skipagøtu var við sjey málum toppskjútti hjá H71. Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli, somuleiðis við sjey málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá fyrstu FM-finaluni:
##med2##












