Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 sigur á SÍ

Verandi steypavinnarin Mjølnir er til reiðar at verja steypaheitið í finaluni ímóti TB, eftir at Mjølnir í dag vann hálvfinaluna 3-0 á nýklaktu føroyameistarunum úr SÍ

Bónuskappingin, kvinnur - hálvfinala:

Mjølnir – SÍ 3-0 (25-22, 25-19 25-21)

 

Tað var annars SÍ, sum legði betur fyri í dag og fór framum 10-5 í fyrsta setti, men sjey bóltar seinni hevði Mjølnir yvirhálað tær aftur og lagt seg á odda 12-10. SÍ vann sær tó leiðsluna aftur og fór framum 22-19, men Mjølnir hevði styrkina til at svara aftur – og tað við lít, tí Mjølnir vann seks tey næstu stigini og harvið settið 25-22.

 

Í øðrum setti var SÍ ikki ment at geva Mjølni mótstøðu, og Mjølnir vann lættliga 25-19, men í triðja setti hótti SÍ við at koma afturíaftur, tá tað legði seg á odda 15-10, men fimm bóltar seinni var longu javnt aftur, og uppaftur fýra bóltar seinni var Mjølnir farið framum 18-16.

 

SÍ megnaði at minka um munin niður í eitt stig, men móti endanum vaks munurin aftur, og dystarbóltin smassjaði Nicola Toftegaard í gólvið hjá SÍ til 25-21.

 

Steypafinalan hjá kvinnum verður spæld við Tjarnir næsta leygardag klokkan 17.