Bjargingarvestur av Titanic seldur fyri 5,5 milliónir

Laura Mabel Francatelli var ein av teimum 700, sum yvirlivdi herviligu skipsvanlukkuna í 1912, tá Titanic sakk

Ein bjargingarvestur av Titanic er seldur á uppboðssølu fyri umleið 5,5 milliónir krónur í okkara peningi.

 

Tað var ein av teimum, ið yvirlivdi stóru skipsvanlukkuna fyri 114 árum síðan, sum var í vestinum, tá hon varð bjargað.

 

Hetta var kvinnan, Laura Mabel Francatelli, ið var ferðafólk umborð og sum læt seg í vestin, tá hon fór í bjargingarbátin.

 

Tað er BBC, sum ber hesi tíðindi, og sagt verður, at vesturin varð seldur av enska uppboðssølufelagnum, Henry Aldridge & Son.

 

Laura Mabel Francatelli var soleiðis ein av teimum 700, sum yvirlivdi herviligu skipsvanlukkuna í 1912, tá Titanic sakk.