ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á Mjølni

Fyri fyrstu ferð síðan 2018 er Mjølnir ikki partur av steypafinaluni í flogbólti hjá monnum

Bónuskappingin, menn - hálvfinala:

ÍF – Mjølnir 3-1 (25-17, 24-26, 25-19, 25-19)

 

Hetta er greitt, eftir at ÍF í kvøld vann 3-1 á verandi steypavinnaranum Mjølni. 

 

Alt sá annars út til at fara at enda, sum tað plagar, tá Mjølnir legði seg á odda 10-4 í fyrsta setti. Men ÍF vildi tað øðrvísi og javnaði til 12-12 og fór síðan framum 21-14, áðrenn settið varð vunnið 25-17. 

 

Mjølnir fótaði sær tó aftur og fór fram 5-0 og 10-2. Men júst sum í fyrsta setti kom ÍF afturíaftur og javnaði til 13-13 og fór eisini framum 16-14. Hesaferð svaraði Mjølnir tó aftur og megnaði at vinna 26-24. 

 

ÍF var tó ikki til at steðga í dag og legði seg á odda 10-5 í triðja setti, áðrenn Mjølnir minkaði um munin til 14-15. Gleðin var tó stokkut, tí ÍF økti aftur upp í 19-14, áðrenn settið varð vunnið 25-19.

 

Í fjórða setti var ÍF á odda frá byrjan til enda og vann 25-19 – og tryggjaði sær sæti í steypafinaluni fyri fyrstu ferð síðan 2022.