Burn: KÍF styrkti um oddastøðuna við sigri á Kyndli

Kyndil beit væl frá sær í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki setti KÍF tingini uppá pláss

KÍF er nú greitt oddalið í Burn mansdeildini aftaná 27-22 sigur á Kyndli í høllini í Kollafirði í kvøld.

 

KÍF er við 14 stigum fýra stig frammanfyri H71 og VÍF, og hevur sjey stig niður til Team Klaksvík á fimta plássinum. Fýra tey fremstu liðini vinna seg víðari til FM-endaspælið. 

 

Kyndil beit annars væl frá sær í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til steðgin var javnleikur 12-12. Í seinna hálvleiki var KÍF tí omaná, og vunnu við fimm málum. Rógvi Weyhe (myndin) var sera eyðsýndur og skoraði átta mál fyri KÍF í kvøld.

 

Í morgin klokkan 14 spæla H71 og Neistin í Hoyvíkshøllini, og klokkan 16 spæla StÍF og Team Klaksvík í høllini á Skála. 

 

KÍF-Kyndil 27-22 (12-12)

 

Málskjúttar KÍF: Fríði Weyhe 8, Morten Kristensen 4, David Edvardsen 4, Nikolay Bliznov 3, Teitur Joensen 3, Nicklas Selvig 2, Tony Weyhe 1, Rúni Joensen 1, Atli Hammer 1. 

 

Málskjúttar Kyndil: Borgar Sveinsson 5, Jákup Jørgensen 4, Anders Risdal 3, Tróndur Wardum 3, Ovi Lützen 2, Tummas Sørensen 2, Kristoffur Bjørgvin 1, Ragnar Wardum 1, Jákup Andreas Joensen 1.