Burn: Kyndil, H71 og StÍF vunnu

H71 er greitt oddalið í Burn mansdeildini

Tríggir dystir eru í kvøld leiktir í Burn mansdeildini.

 

Í høllini á Hálsi endaði havnaruppgerðin millum Neistan og Kyndil við greiðum 29-22 sigri til Kyndil. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Tá 48 minuttir vóru leiktir var Kyndil frammanfyri við sjey málum, 22-15, og eftir tað lá munurin millum seks og níggju mál.

 

Hóri Reginsson var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. William Skovsager var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli.

 

Í KÍ-høllini vann oddaliðið, H71 ein knúsandi stórsigur, 40-14 á Team Klaksvík. Í steðginum var H71 frammanfyri við 16 málum, 22-6. 

 

Tóri Ragnarsson var við sjey málum toppskjútti hjá Team Klaksvík. Helgi Poulsen var við seks málum toppskjútti hjá H71.

 

Í høllini á Skála leikaði javnt á millum StÍF og KÍF, har tað eydnaðist strandingum at vinna ein tepran 33-32 sigur. Í steðginum vóru strandingar eisini á odda við einum máli, 17-16.

 

Pauli Rasmussen var toppskjútti hjá StíF við níggju málum. Hans Eli Sigurbjørnsson var við 10 málum toppskjútti hjá KÍF.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá kvøldsins dystum, umframt støðuna í Burn mansdeildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##