Tað skrivar stjórnin hjá Burnham í eini fráboðan, eftir at hann hósdagin hevði telefonsamrøðu við donsku forsætisráðfrúuna, Mette Frederiksen.
Eisini danska Forsætismálaráðið váttar samrøðuna.
– Danmark og Bretland eru tættir sameindir, og vit eru samd um at styrkja samstarvið um trygd og verju, stuðul til Ukraina og innflyting, skrivar Mette Frederiksen á X.
Bæði Danmark og Bretland hava áður havt ætlanir um at senda umsøkjarar um friðskjól til Rwanda, har umsóknirnar skuldu viðgerast. Men hesi uppskotini eru seinni løgd til viks í báðum londunum.
Andy Burnham tók mánadagin við sum forsætisráðharri eftir Keir Starmer.
Í samrøðuni við Mette Frederiksen endurtók Burnham eisini bretska sjónarmiðið um Grønland.
Sambært bretska forsætisráðharranum eigur framtíðin hjá Grønlandi einans at verða avgjørd í samstarvi millum grønlendingar og Danmark.
Donald Trump, forseti í USA, hevur fleiri ferðir sagt, at hann ynskir, at USA fær tamarhald á Grønlandi.











