Paul Watson-skipið aftur í íslendskum sjógvi

Skipið Bandero, sum hvalaverndarmaðurin Paul Watson stendur aftan fyri, er aftur komið inn í íslendska búskaparøkið.

Tað váttar Magnus Pálmar Jónsson, rakstrarleiðari hjá íslendsku sjóverjuni.

Bandero hevur sum endamál at steðga vinnuligu hvalaveiðuni hjá íslendska felagnum Hvalur hf.

Skipið fór úr íslendskum sjógvi fyri meira enn tveimum vikum síðani og sigldi til Írlands, eftir at ein av manningini hevði tørv á læknahjálp.

Sambært Jónsson hevur sjóverjan sama tilbúgvingarstøði sum undir seinastu vitjanini hjá Bandero.

Hann sigur samstundis, at Bandero higartil hevur hildið allar áheitanir frá sjóverjuni og siglir við AIS-fylgiskipanini tendraðari, soleiðis sum reglurnar krevja.

Paul Watson hevur í fleiri ár verið ein av mest sjónligu mótstøðufólkunum hjá hvalaveiðu, og nærvera hansara í íslendskum sjógvi hevur áður vakt stóran ans bæði hjá myndugleikum og hvalaveiðuni. Eisini í Føroyum er Paul Watson kendur fyri sína mótstøðu ímóti grindadrápi.

 

##med2##

 

Sambært AIS'inum er Bandero í ein landssynning úr Reykjanesi í løtuni