Burturstaddur á Fjarðastevnu

Ein av góðu døgunum í farnu viku var fíggjarmálaráðharrin, Bárður Nielsen í ferð við at sláa grasplenu sína.

- Hon skuldi sláast til Fjarðastevnuna, hóast eg ikki verða heima um vikuskiftið, sigur Bárður, tá vit hittu hann í morgun umvegis fartelefonina. Hann var staddur í Danmark ávegis í summarfrí við familjuni, men verður aftur áðrenn ólavsøku.
Í fjørsummar fingu tey eina dóttur, og fóru tá ongan veg. Men í ár skuldi tað altso vera.
- Tað nyttar einki at vera heima, tí ein verður tilkallaður allatíðina. Frægast er at sleppa sær burtur. Fyrst tá fær ein frið, slær Bárður fast.
Hann bílegði sær summarferiuna longu í august mánaði í fjør, men visti ikki tá at stevna skuldi verða í bygdini um somu tíð.
- So í ár verður eingin Fjarðastevna hjá okkum, slær Bárður fast.