Bush vi_gekk loyniligu fongslini

USA vi_gongur nú, at landi_ hevur loynilig fongsul í ø_rum londum. Tey eru ney_ug, sigur forsetin.


Ta_ var í einari rø_u í Hvítu Húsunum fyrradagin, at George W. Bush, forseti, seg_i, at 14 fangar eru fluttir úr loyniligum CIA-fongslum uttanlands til Guantanamo, har teir skulu rættarsøkjast fyri at hava havt tilkn_ti til yvirgang.

Hetta er fyrstu fer_, at amerikanskir myndugleikar vi_ganga, at USA hevur havt loynilig fongsul í ø_rum londum, og at fangar eru fluttir millum lond. Men sambært forsetanum hevur ta_ veri_ ney_ugt at halda uppl_singunum aftur.

-Ta_ var ney_ugt at flyta hesar persónarnar til lond, har vit kundu fjala teir, og har serfrø_ingar kundu avhoyra teir, seg_i Bush.

Sambært sjónvarpinum ABC ver_a allir fangarnir í teimum loyniligu fongslunum fluttir til Guantanamo í næstum. Teirra millum er Khalid Sheikh Mohammed, sum sambært amerikanarunum leg_i álopini tann 11. september í 2001 til rættis.

Evropa visti ta_

Í november í fjør avdúka_i bla_i_ The Washington Post, at USA fjaldi fangar í loyniligum fongslum í Eysturevropa og a_rasta_ni, og at CIA brúkti avhoyringarhættir, sum eru í strí_ vi_ altjó_a reglur. Eingin veit vi_ vissu, hvussu nógvir fangar hava veri_ í hesum loyniligu fongslunum, men mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch hevur mett tali_ til umlei_ 100.

Amerikanska stjórnin vísti ikki tí_indunum aftur, men seg_i, at alt bleiv gjørt fyri at verja USA og landsins áhugamál. Samstundis setti stjórnin eina kanning í verk fyri at fáa grei_i á, hvussu fjølmi_larnir høvdu fingi_ uppl_singar um tey loyniligu fongslini.

Sambært The Washington Post hev_i CIA loynilig fongsul í Evropa. Ein kanning hjá Evropará_num avdúka_i, at CIA hev_i fjalt fangar í Pólandi, Rumenia og a_rasta_ni. Kanningin avduka_i eisini, at flogfør hjá CIA høvdu flutt fangar í evropeiskum loftrúmi, og at tey høvdu millumlent í fleiri floghavnum so sum í Keypmannahavn, Oslo, Dublin, Milano og Athen. Men kanningin sta_festi eisini, at CIA hev_i ikki kunna_ flutt fangarnar, uttan at tær evropeisku stjórnirnar vóru vitandi um ta_.