Bussur hjá Bygdaleiðum tikin fyri at koyra ólógliga

– Á Velbastaðvegnum var ein bilur raktur av eggum

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðni. Í tí sambandi varð ein bussur hjá Bygdaleiðun steðgaður, og tá varnaðist løgreglan, at eitt av dekkunum var so illa slitið, at tað var ólógligt. Løgreglan sigur, at bæði bussførarin, og tann, sum eigur bussin, fáa bót.

 

Í gjáramorgunin var eisini ringt til løgregluna at boða frá, at onkur hevði steinað ein bil við eggum, ímeðan hann kom koyrandi eftir Velbastaðvegnum. Løgreglan veit ikki, hvør tað var, sum steinaði, men tey ávara staðiliga ímóti slíkum, tí tað kann elva til álvarsligar ferðsluvanlukkur.

 

Annars fingu tveir bilførarar bót fyri at brúka fartelefon, ímeðan teir koyrdu bil.

 

Ein gestur á einum vertshúsi er skuldsettur fyri harðskap. Hann varð tveittur út á einum skeinkistaði, men tað var hann so ónøgdur við, at hann bæði slóð og sparkaði vaktarmannin.

 

Men í Streymnesi fekk løgreglan eina heilt aðra uppgávu í gjár, tá haðani varð boðað frá, at eitt ross gekk leyst. Aktingarmaðurin á staðnum fekk boðini, og hann var eftir rossinum og tók tað inn. Tað merkir, at eigarin má bæði rinda fyri at aktingarmaðurin hevur verið eftir rossinum, og fyri herberga tí og geva tí vatn og hoyggj.