Amerikanski rapparin Busta Rhymes hevur nógv um at vera við tíðina. Tíverri fyri hann hevur lítið av hesum við hansara stóru evni at rappa at gera.
Í hesi vikuni var rapparin saksøktur av einum fjeppara, ið vil vera við, at Busta Rhymes og hansara níggju (!) lívverjar løgdu á hann og sparkaðu hann í høvdið í august mánaði í fjør. Hetta skuldi sambært ákærunum frá 20 ára gamla fjepparanum verið hent aftan á, at hesin hevði spýtt á ein av bilunum hjá Busta Rhymes. Sakførarin hjá rapparanum sigur seg ikki hava sæð ákærurnar enn, men legði aftrat at ?enn er einki prógvað av nøkrum slag?. 35 ára gamli Busta Rhymes, sum í veruleikanum eitur Trevor Smith, hevur umframt hetta sakarmálið eisini aðrar ákærur hangandi yvir høvdinum. Eitt nú frá einum øðrum fjeppara, ið sigur seg vera álopnan av av rapparanum til tónleikafestival á Randall Island í fjør. Haraftrat skal Busta Rhymes eisini møta í rættinum, tí hann er ákærdur fyri at hava koyrt fullur og at hava koyrt uttan koyrikort. Hann skal eisini hava sligið og sparkað eitt fyrrverandi starvsfólk hjá sær.