Tekning av verkætlanini við Dalavegin í Havn (Henning Larsen North Atlantic)

Bústaðir í holt við 87 nýggjar íbúðir aftrat

Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Havn, 18 íbúðir Úti á Land í Fuglafirði og sjey íbúðir í Streymnesi. Farið verður eisini undir at byggja 18 íbúðir og felagshøli til ein búfelagsskap á Kneysum á Toftum.

Tekning av verkætlanini við Dalavegin í Havn (Henning Larsen North Atlantic)

Tað siga Bústaðir í tíðindaskrivi í morgun.

 

- Bústaðir hava fyri nøkrum árum síðan keypt eina trøð við Dalavegin í Havn. Roynt hevur í fleiri umførum verið at ment eina íbúðaverkætlan fyri økið. Nú er avtala gjørd við byggivirkið HVT um at byggja verkætlanina, sum tilsamans fevnir um 44 búeindir. Talan verður um seks túnbýlingar við 6-8 búeindum í hvørjum.

 

HVT er farið í holt við arbeiðið, sum væntandi verður liðugt um tvey ár.

 

- Verkætlanin Úti á Land í Fuglafirði hevur verið ávegis í eina tíð. Nú hava Bústaðir gjørt avtalu við smápartafelagið Toftanes 2 og Fuglafjarða kommunu um, at Bústaðir ger verkætlanina við 18 íbúðum lidna. Byggivirkið TN Bygging kemur saman við SEVE at byggja íbúðarbygningin, sum væntandi verður liðugur næsta summar. 

 

Farið verður eisini undir at byggja sjey  íbúðir á einum grundøki, sum Bústaðir eiga ovarlaga í Streymnesi.

 

- Talan verður um íbúðir, ið eru líkar teimum, sum fyrr í ár vórðu tiknar í brúk Við Steigarbrekku í Sandavági. Eins og í Sandavági verður tað byggivirkið Norðhus og SEVE, sum koma at byggja. Næsta summar verður væntandi klárt at flyta inn í íbúðirnar.

 

Á einum øki Á Kneysum norðan fyri kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu á Toftum hava Bústaðir saman við Almannaverkinum ment eina verkætlan til ein búfelagsskap. Her fer byggivirkið KBH at byggja ein bygning í trimum hæddum við 18 íbúðum á 50 fermetrar og felagshøli. Væntandi verður bygningurin liðugur á sumri 2025.

 

- Við hesum fýra verkætlanunum eru tilsamans 87 nýggjar íbúðir, sum fara at verða tiknar í nýtslu komandi tvey árini, umframt tær, sum í løtuni verða bygdar, siga Bústaðir í tíðindaskrivi í morgun.

 

 

Tekning av verkætlanini við Dalavegin í Havn (Henning Larsen North Atlantic)