Strandferðslan boðar í morgun frá, at allar leiðir eru avlýstar, uttan leið 600 - 601 og leið 700 - 701, sum eru leiðirnar í Suðuroy og í Sandoy.
Veðrið og serliga tað, at bussarnir ikki koyra, órógvar eisin skúlagongd í morgun. Fuglafjarðar skúli hevur boðað frá, at eingin skúlagongd er í dag vegna veður.
Tað er hált og krapi í støðum og jarðrok í erva. Á Vestmannavegnum eru ring líkindi. Ein bilur, sum koyrdi fram um kavaruddingarmaskinu hjá Landsverki, koyrdi seg fastan og órógvar ferðsluna, segði Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, við útvarpið í morgun.
Árni Jacobsen segði, at um tað ikki er nógvur kavi allastaðni, so er nógvur vindur, og hann mælti tí fólki til at vísa varsemi.
Ættin er landnyrðingur norðan, sum gevur trupulleikar eitt nú á Sandavágshálsi og báðu meðin Norðskálatunnilin.
Hann sigur frá ringum veðri allan fyrrapartin.