Bygdamenn settu altjóða hetjur upp á pláss

Við ongum venjara á beinkinum varð fyrsti heimasigurin hjá sandoyingum í bestu deildini í seks ár væl skipaður og lagdur til rættis

Fótbóltur

 

Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum eydnaðist tað B71 í fína summarveðrinum sunnudagin at vinna á heimavølli. Sigurin var á kreppuraktu meistarunum í HB, og hann var merkisverdur á so mangan hátt.

Hetta var onnur ferðin í ár, at sandoyingarnir, sum fluttu upp í fjør, vunnu á meistarunum. B71 hevur ikki verið í bestu deildini síðani í 2001. Tí eru tað seks ár síðani, at B71 áskoðarar hava verið vitni til fulla úrtøku á heimavølli í bestu deildini.

Fyri seks árum síðani vann B71 tvær ferðir á heimavølli. Onnur ferðin var ímóti EB/Streymi – 1-0 – og hin ferðin var ímóti – HB! Úrslitið ta ferðina var 3-2. Tað er einki nýtt, at B71 hevur gott tak á HB. Í 2001 spældu hesi bæði feløgini tvær ferðir. Í Gundadali endaði tað við málleysum javnleiki.

Sunnudagin var tað eisini merkisvert, hvørjar manningarligu fyritreytirnar hjá liðunum báðum vóru. Seks av HB spælarunum – Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Kári Nielsen, Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen og Christian Høgni Jacobsen - vóru við í altjóða avbjóðingunum ímóti Skotlandi og Italia. Eingin B71 spælari fann náði hjá landsliðsvenjaranum.

Kanska var tað júst hesin altjóða veruleikin, sum var ein av orsøkunum til, at B71 hesa ferð fekk fult á heimavølli.

 

Tilvitað og væl skipað

B71 venjarin segði upp herfyri. Eli Hentze hevur síðani havt ábyrgdina av venjingunum. Hann var á B71 miðvøllinum, og harvið var B71 venjarin ikki á beinkinum.

Kortini var B71 avrikið tilvitað og væl lagt til rættis. Sandoyingar vóru ikki fyrilitarleysir í álopsspælinum. Heldur valdu teir at bíða eftir meistarunum. Tá ið bólturin so varð fangaður, gekk tað fleiri ferðir skjótt og miðvíst fyri seg í umstillingsspælinum.

Clayton Soares var einsamallur á toppinum, meðan Magnus Olsen og Símin Hansen vóru skjótir fram í borðunum, tá ið álopini vórðu sett í verk.

Eitt korter var farið, tá ið fyritreytirnar fyri hesum konseptinum styrknaðu uppaftur meirri. Símin Hansen og Clayton Soares áttu uppspælið, og skotinum hjá raska miðvallaranum, Wellington Soares, bilti einki. Bólturin streyk inn í málhornið aftanfyri Marcin Dawid.

Stutt undan steðginum legði B71 seg uppaftur betri á sigurskósina. Hesa ferð átti Símin Hansen mesta partin av málinum, sum venjarin sjálvur varð skrásettur fyri. Eftir framúr skotroynd uttanvert brotsteigin brast bólturin í tvørtræið aftanfyri HB málverjan. Eli Hentze var fyrstur á returinum og so var 2-0.

 

Lítið sannførandi

Støðurnar í sambandi við bæði B71 málini lýstu væl HB avrikið. Meistararnir tóktust allir sum ein at hava fingið skeiva beinið fyrst úr seingini, um teir yvirhøvur vóru útpurraðir!

Hugflogið í álopspartinum var ikki, sum tað ofta hevur verið hjá HB. Taklingarnar vóru ikki neyvar og sannførandi, og í stríðnum um næstu bóltarnar vóru gestirnir í Dalinum sera lítið avgjørdir.

Sum seinna umfarið leið royndi Krzystof Popczynski at gera broytingar og skiftingar, og aftaru menninir vórðu ofta sendir fram á vøllin. HB royndi at trýsta, og heimamenninir vistu, at teirra leiklutur fyrst og fremst var at verja og lúra eftir møguleikum at fara í snarálop.

Símin Rógvi Hansen var brandur millum B71 stólparnar og serliga í brotsteiginum, har høgir krossbóltar ofta vórðu sendir.

Tríggjar minuttir undan leikloki eydnaðist tað miðverjanum Hans á Lag at minka um munin. Hans snittaði bóltin framvið B71 málverjanum. Síðsta løtan gjørdist meiri spennandi, enn sandoyingar við vánaligu heimahagtølunum bríggjaðu seg um, men teir riðu stormin av, og altjóða stjørnurnar fóru um Skopunarfjørð við ongum. Bygdarmenninir og útlendsku hjálparmenn teirra á Sandi høvdu syrgt fyri at øll stigini vóru eftir sunnanfyri fjørðin.