Byggja ikki fullveldi á olju

-Vit fara ikki at byggja fullveldið á oljuna. Meina vit nakað við at fáa vinnulívinum meira enn eitt bein at standa á, tá er tað ikki ein vinna, sum avloysa blokkin men harafturímóti fleiri vinnur, sum skulu geva sítt íkast. Tí mugu vit ansa eftir, at oljan ikki bara verður ein nýggjur blokkur, sum vit gera okkum bundin av sigur Høgni Hoydal, sum fegin sær eitt alment orðaskifti um ávirkanina ein oljuvinna kann fáa á mentanina og samfelagið

Høgni Hoydal vísir á, at har eru tvey ting í oljuvinnuni, sum vit eiga at geva gætur. Tað eina eru tær inntøkur vit kunnu fáa í møguligum avgjøldum, royalties ol. Har mugu vit hava eina heilt greiða lóggávu um, hvat pengarnir verða brúktir til, eitt nú at teir ikki verða brúktir til at hita búskapin upp við ella til studning til órentablar vinnur.

Hin parturin er so, hvørja ávirkan oljuvinnan fær á føroyska samfelagið. -Har síggi eg stórar vandar: hvat hendir um ein ikki er vitandi um, hvønn týdning henda vinnan fær fyri strukturin á arbeiðsmarknaðinum, drenar henda nýggja vinna arbeiðsfólk frá øðrum vinnum og hvønn týdning fær hon fyri okkara mentan og búseting?

Høgni Hoydal sigur, at føroyska mentanin hevur hvílt á bygdasamfeløgunum. Tað er har identiteturin hjá føroyingum hevur ligið, og tað er har - til kreppan kom - framleiðslan eisini hevur verið.

Spurningurin er, um ein oljuvinna kann koma at miðsavna enn meira, eru vit ikki vitandi um henda vanda. Og tá hevur tú tikið tað materiella grundarlagið undan mentanini.

Høgni Hoydal sigur víðari, at vilja vit satsa uppá oljuvinnuna sum eina framtíðar vinnu, eiga vit eisini at gera okkum greitt, at hon er avmarkað. Hon er eisini líka so ótrygg sum fiskivinnan tvs. hon er bundin at marknaðarprísum, umstøðum á heimsmarknaðinum og kríggjum kring heimin. -Brúka vit tí ikki oljuvinnuna heilt bevíst, nevniliga til at tær føroysku fyritøkur, ið fara inn í hesa vinnu, gera seg førar fyri at virka úti um heim tvs. brúka hetta høvið sum eina lopfjøl til eisini at kunna veita tænastur innan aðrar vinnur - til eina professionalisering sum heild av føroyskum vinnulívi, so er vandi fyri, at vit bara standa eftir við nøkrum hundrað juppiarum, tá avtornar.

Høgni Hoydal heldur tíðin er komin til, at vit spyrja okkum sjálvi, hvat vit skulu brúka eina oljuvinnu til og tí heldur hann uppskotið, sum er komið fram í fjølmiðlunum, um at skipa fyri eini ráðstevnu í Føroyum um ávirkanina oljan kann fáa á mentan og samfelagið annars, vera sera skilagott.

Høgni Hoydal sigur annars, at um onkur heldur, at hann bert trýr uppá fullveldi, tí møguleiki er at finna olju, so er tað júst øvugt. -Vit fara ikki at byggja fullveldið á oljuna. Henda vinna má ikki gerast ein nýggjur blokkur.

Landsstýrismaðurin sigur seg vera rættiliga argan av, tá tað í tjakinum um fullveldi, eru fólk, sum siga, at nú vit hava fingið eina milliard úr Danmark og vit skulu av við hana, so mugu vit fáa eina milliard onkra aðrastaðni frá inn í skipanina. -Tað er ikki hetta tað snýr seg um. Meina vit nakað við at fáa vinnulívinum meira enn eitt bein at standa á, tá er tað ikki ein vinna, sum skal geva eina mia. men harafturímóti fleiri vinnur, sum skulu geva sítt íkast. Tí mugu vit ansa eftir, at oljan ikki bara verður ein nýggjur blokkur, sum vit gera okkum bundin av.

Landsstýrismaðurin heldur annars, at tað vit hava fyritikið okkum higartil á oljuøkinum og tað sum ikki minst okkara oljuumsiting hevur gjørt, hevur verið sera professionelt. -Tað eg sakni er tann samfelagsliga og mentanarliga dimensiónin. Hon hevur verið nevnd í frágreiðingum til myndugleikarnar, men eg havi saknað tað kjakið í fjølmiðlunum millum manna. So eg kann bert taka undir við, at tað kjakið verður sett í gongd skjótast gjørligt.