Býli skal umvæla tekjuna á brandstøðini

Í næstum verður farið undir arbeiðið at umvæla tekjuna á sløkkiliðsstøðini í Klaksvík. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt síðst í september. Tað er Býli, sum skal gera arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.

 

Í sambandi við arbeiðið at skifta tekjuna verður koyrileiðin millum sløkkiliðsstøðina og FK stongd í byggitíðini. Somuleiðis verða parkeringsplássini á suðursíðuni av sløkkiliðsstøðini ikki tøk.

 

Prísurin á arbeiðinum er 722.500 kr, og fer arbeiðið í gongd í komandi viku, skrivar klaksvik.fo.