Vit hava ómetaliga nógv at vera errin av. Okkum, sum er unt at liva og virka í Føroyum. Vit hava dygdir og lýtir eins og øll onnur. Vit eru ikki betri enn onnur fólk, onnur lond ella aðrar tjóðir. Og vit eru heldur ikki verri. Men vit eru her. Við tí arvi, okkum er givin. Og við teimum framtíðarmøguleikum, sum vit kunnu velja at stríðast fyri – ella vraka.
Tað eigur at geva okkum stórt áræði og virkishug. Eigur at fáa okkum at kasta undirbrotligheitina av okkum og tora at taka tey stig og seta tey mál, ið vit øll vita eru neyðug til tess at menna okkum sum einstaklingar og sum tjóð.
Og lat okkum fyrst av øllum ásanna, at tað, sum vit eru mest errin av í dag, og sum leggur okkara fremstu lunnar inn í framtíðina, er alt tað, sum vit vóru so ósamd um og sum fekk so stóra mótstøðu – og mangan skomm og skitin orð við sær á vegnum. Alt tað, sum hevur verið inngrógvin partur av sjálvsstýrisstríðnum, men sum hevur havt dygga mótstøðu frá teimum, ið siga: Vit megna onki sjálv, men mugu bara dúva uppá skipanir, avgerðir og pengar hjá øðrum.
Tak nú bara stríðið fyri egnum máli, mentan, vegum, fiskimarki, undirgrund, egnum skúlum og Fróðskaparsetri, vinnulívsmenning og útbygging av samfelagnum, sum hóast so nógva ósemju, mótstøðu og skeivar avgerðir hjá politisku leiðsluni, í dag kortini er – og ikki minst kann – gerast okkara grundarlag fyri varðandi virðum og vælferð. Og sum kann knýta okkum til umheimin og fáa okkara merki at veittra millum hini í heimsins meldri.
Avgerðin mikla
Ella tak avgerðina um at gera okkum leys av stórum parti av leigugjaldinum fyri okkara vantandi sjálvræði og ábyrgd – tann sonevnda blokkstuðulin. Tá varð tosað um krystallnætur og at ofra vælferð fólksins. Og mælt varð ístaðin til at brúka allan hendan pening óskornan at svaðasvørði hvørt ár. Varð tann avgerðin ikki tikin um at taka ábyrgd fyri hesar stóru upphæddir og læsa restina fast, so høvdu hvørt ár verið sprændar einar 6-700 millónir krónur afturat út í samfelagið – og vit høvdu sum so mangan áður – við fullum leigugjaldi fyri okkara vantandi sjálvræði og ábyrgd – langt síðani verið farin á heysin og sett undir umsiting. Vit høvdu aftur havt mist alla sjálvsvirðing og møguleikar at velja framtíðarleiðir.
Ábyrgdarloysið við fullum blokkstuðli í 80’unum og 90’unum, kostaði 13 milliardir krónur út gjøgnum vindeygað, sambært Caragata-álitinum.
Í 1998 skyldaði tað almenna omanfyri 7 milliardir krónur. Men tey árini, vit settu fullveldi og ábyrgd fremst, varð tann stóra skuldin fyri samanbrotið og ábyrgdarloysið niðurgoldin, og 2,3 mia. settar á bók. Samstundis bygdu vit upp betringar – og ikki skerjingar – í øllum okkara vælferðarskipanum.
Hetta var eitt ódnartak, sum ongin av okkum politikarum eigur at taka heiður av. Hetta vísti eina ótrúliga styrki í tí føroyska fólkinum og prógvaði, hvussu nógv vit megna, tá vit taka ábyrgd og hava frælsi og samhaldsfesti sum stavnhald. Tað eru fá samfeløg í vesturheiminum, sum hava verið ígjøgnum so djúpa kreppu, sum Føroyar í níti-árunum, men sum hava megnað at reist seg so skjótt og goldið skuldina aftur við renturs rentu.
Og tað er hetta ódnartak, sum er grundarlagið fyri, at vit ikki aftur eru farin á heysin og hava møguleika at venda búskaparligu gongdini.
ABC slepti ábyrgdini
Tí longu í 2003 søgdu búskaparligu ráðgevar landsstýrisins, at grundarlagið undir fíggjarstøðuni var styrkt so nógv, at kom eitt ábyrgdarleyst landsstýri til, so kundu teir í 5-6 ár taka skeivar avgerðir og oysa pening burtur í onki, áðrenn tað fór at merkjast.
Og vit mugu tíverri ásanna, at tað var júst tað, sum hendi. ABC-landsstýrið leitaði beinanvegin aftur á gamlar gøtur. Ongin skuld varð niðurgoldin, onki spart upp, men ístaðin veittu teir skattalættar fyri 400 milliónir krónur árliga og høvdu harfturat eina ólogliga meirnýtslu uppá 340 milliónir, sum vit í dag skulu gjalda fyri hvørt ár. Hetta svarar júst til tað undirskotið, vit hava á fíggjarlógini í dag. Verri var, at skattalættarnir oystu bensin á ein búskap, ið longu var nóg heitur. Allir kostnaðir ruku upp, og forðað var fyri at taka inn útlendska arbeiðsmegi. Hetta var uppskrivtin uppá búskaparliga niðurgongd.
Gerðabýtispolitikkurin endurføddur
Tá fólkið í landinum hevði niðurgoldið uttanlandsskuldina og tvær ein hálv milliard varð sett á bók, fóru vit aftur bara at fremja gerðabýtispolitikk. Handan afturlatnar dyr vóru sonevndar “semjur” gjørdar millum flokkar, ið onki mál ella kós ella grundgeving høvdu uttan tað, at tað vóru “semjur”. Og onki orðaskifti varð møguligt. Talaði nakar at ella mælti til aðrar ætlanir, varð farið eftir persóninum og sett spjaldur á teir. Peningur varð oystur út í skattalættum, ovurnýtslu og bardagar um prestisjuprosjekt, hóast búskapurin varð við at byggja seg upp í eini rímiligari javnvág. Almenn ogn varð seld og eisini tann peningur nýttur, hóast samtykt at varð, at peningurin skuldi í grunn til framtíðina.
Føroyar sum eitt akvarium
Ongin broyting varð gjørd í serskipanum ella kreppuloysnum og bygnaði – og ongin gongd sett á nýggjar útbyggingar í økir, ið kundu skapa varðandi virðir. Tilfeingisumsitingin helt fram óbroytt, hóast øll serfrøði vísti, at stórar broytingar vóru neyðugar til tess at endurskapa virðini – og felags ogn varð keypt og seld og kapitalur tikin úr vinnuni til einstaklingar.
Ongi mál vórðu sett til at skipa Føroyar frælsar og skapa okkum atgongd til heimssamfelagið. Alt varð parkerað. Ístaðin var aftur handlað eins og Føroyar skulu vera eitt akvarium, har fóðrað verður niður gjøgnum eitt lítið hol í glasloftinum. Og so varð fóðrað ov nógv, so alt fór at køvast. Heldur enn at taka veggirnar niður, so vit kunnu virka saman við heimsins tjóðum og og heimurin kann koma til okkara.
Leiðsluloysi og málloysi
Vit mugu bert ásanna, at vit seinastu árini hava ligið í leiðsluloysi, málloysi og hugsjónarloysi í føroyskum politikki – og at vit tíverri hava endurtikið somu mistøk aftur og aftur.
Vit liva í dag av tí, sum varð spart og niðurgoldið undir fullveldispolitikkinum. Men tann sjónleikurin frá sambandinum, vit síggja í dag, hevur bara til endamáls at leggja ábyrgdina frá sær fyri sínar skeivu avgerðir og at siga, at einar 100 milliónir úr Danmark skulu bjarga okkum. Vit skulu gerast bangin, undirbrotlig – og vit skulu ikki halda okkara egnu politikarar til svar fyri tann førda politikkin.
Læran av kreppunum
Men vit hava lært, at tað, sum skapar kreppur í Føroyum í nýggjari tíð, hevur ongantíð verið ov lítið av peningi. Tað hevur hinvegin verið ov nógvur peningur. Tá ov nógvur peningur hevur verið sprændur út í skipanir, ið annars kundu ment seg sjálvar, men sum køvast av skeivum avgerðum. Tá peningur, sum ikki hevur varðandi virði ella veruliga framleiðslu og botn aftanfyri seg, hevur verið hildin at verið grundarlagið fyri vælferð. Ov nógvur peningur, sum er nýttur skeivt í jagstran eftir persónligum løtuvinningi ella fiktivum virðum til fáar úrvaldar bólkar. Okkara royndir eru, at kreppurnar eru skaptar, tá felagsskapurin og samhaldsfestið hava verið offrað fyri egingirndina.
Og vit hava lært, at tíðin má vera farin frá teimum, sum prædika, at trygdin hjá okkara pensjónistum, sjúku og veiku, liggur ikki í tí sum, tey sjálv hava skapt av virðum og í tí sum vit sjálv gjalda til felagsskapin – men at tað skal grundast á pening aðrastaðni frá, ið vit ikki hava ávirkan á. Og at vit so ístaðin skulu kunna nýta pengar frá okkara egnu framleiðslu til persónlig prestisjuprosjekt og størri fyrimunir til tey vælbjargaðu.
Heimskreppan sama avbjóðing
Tann áleikandi heimskreppan hevur lært okkum – og vónandi heimsins tjóðir allar – somu greiðu setningar. Ein fíggjarheimur hevur troðið ein villan dans um øll heimsins lond, ið hevur verið bygdur á at flyta íspunnin virðir á færri og færri hendur, meðan ongin verulig framleiðsla og virðir hava verið aftanfyri. Onki fólkaræðið ella fólkavalt eftirlit hevur havt minsta tamarhald á hesum blindu kreftum. Tá dansurin ikki slapp longur út í ytstu krókar og økta ferðin ikki kundi føðast við nýggjum fiktivum virðum, kann dansurin nú ikki troðast undir moldum.
Eftir liggur rokningin hjá felagsskapinum og verri er hjá breiðu fjøldini at leika fagurt á foldum. Fólkaræðið skal taka upp eftir neoliberalu ódnina, ið hevur snýst so mangt omanav. Og fátækasta fjøldin ber higartil dýrasta prísin.
Tað er hetta, vit skulu stríðast ímóti í dag – og tað er hetta vit skulu nýta orkuna til. Heldur enn at góðtaka ta gomlu sambandsundirbrotligheitina, sum hvørja ferð leiðir okkum til stillstøðu og afturgongd.