Byrjunarskot til taraalivinnu

Størsta úrtøkan av tarabiomassa er á tí varda aliøkinum og ikki á tí streymharða.

Fyrsta vísindaliga greinin um taraaling í Føroyum er givin út. Agnes Mols Mortensen, granskari á Fiskaaling, er høvuðsrithøvundur. Hinir høvundarnir eru Elma á Geilini Ortind, Charlotte Jacobsen og Susan L. Holdt.

 

- Greinin veitir grundleggjandi vitan um vøkstur og góðsku av tara, aldum í føroyskum øki, og er eitt byrjunarskot til eina vitanargrundaða taraalivinnu í Føroyum.

 

Tað siga tey á Fiskaaling og vísa á, at í greinini verður staðfest, at góðskan av breiðbløðkutum sukurtara, mált við innihaldinum av protein og essentiellum aminosýrum, er tengd at árstíð, og ikki hvussu harðbalið økið er, har tarin er aldur.

 

- Vakstrarratan er heldur ikki tengd at, hvussu harðbalið aliøkið er, men taraindividini ald á streymhørðum øki viga meira enn tey, ið eru ald har, sum tað er vart.

 

Víst verður á, at størsta úrtøkan av tarabiomassa (kilo fyri hvønn metur av línu) er á tí varda aliøkinum og ikki á tí streymharða aliøkinum. Orsøkin til hetta er mett at vera tengd at alternativa sáðingarháttinum, ið varð brúktur.

 

- Sáðingarhátturin kallast "direct seeding” , og greinin vísir á, at hesin sáðingarháttur er egnaður á vardum økjum - og ikki so væl egnaður  á harðbalnum økjum.

 

Heiti á nýggju vísindalig greinini, ið júst er komin út í tíðarritinum Journal of Applied Phycology, er "Variation in growth, yield and protein concentration in Saccharina latissima (Laminariales, Phaeophyceae) cultivated with different wave and current exposures in the Faroe Islands”.

 

Greinin byggir í stóran mun á masteruppgávuna hjá Elmu á Geilini Ortind, sum hon gjørdi á Fiskaaling og vardi á Danmarks Tekniske Universitet (DTU).

 

Verkætlanin er fíggjað av Fiskaaling og Granskingarráðnum, og Agnes Mols Mortensen var vegleiðari.