Í Klaksvík er innrás av húsvognum, og roknað verður við næstan 200 húsvognum á Summar Festivalinum. Campingbýurin á Sandinum er nú rættiliga við at taka
skap.
So at siga allar húsvognar, sum eru í landinum, verða um vikuskiftið í Klaksvík, har Summar Festivalur er.
Mánadagin komu fyrstu húsvognarnir á Summar Festivalin, og í góðveðrinum í dag eru nógvir húsvognar lægstir afturat. Fólk hava í dag gjørt klárt á campingøkinum og hava notið sólskinið, sum hevur verið í Klaksvík.
Á útfyllingini á Sandinum er pláss fyri sløkum 160 húsvognum, og tey eru øll langt síðani umbiðin, men onnur øki skulu hýsa hinum húsvognunum, sum ætla
sær til Klaksvíkar.
Hesum boða fyrireikararnir frá,