Champions League: Áki og Martin skulu ein túr til Gibraltar

Mjällby stendur við einum góðum møguleika at røkka triðja undanumfarinum í Champions League

Nú er greitt hvørjum liði Áki D. Samuelsen, Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Mjällby møta í øðrum undanumfarinum í Champions League.

 

Mjällby møtir meistaraliðnum úr Gibraltar, Lincoln Red Imps.

 

Í fyrsta undanumfarinum vann Lincoln Red Imps samanlagdan 4-2 sigur á Inter D´escaldes úr Andorra. Lincoln vann 3-1 á heimavølli, og leikti javnt 1-1 á útivølli.

 

Áki, Martin og liðfelagarnir fáa harvið ein gyltan møguleika at røkka triðja undanumfarinum.

 

Komandi týskvøld klokkan 18 verður fyrri dysturin leiktur í Hällevik. 28. juli klokkan 18 verður returdysturin leiktur niðri í Gibraltar.